Master í søgu

Um útbúgvingina
Útbúgvingin skal víðka um førleikar at nýta ástøði og háttalag í søguvísindi fyri sjálvstøðugt at fremja trupulleikagrundaðar verkætlanir, og harvið røkka fakligari dýpd og sjálvstøðugum avriki.
Upptøkutreytir
Treytirnar fyri upptøku eru, at tann lesandi hevur staðið bachelorútbúgving í samfelagsvísindum ella stjórnmálafrøði.
Um umsøkjarin hevur aðra bachelorútbúgving, skal hon/hann hava í minsta lagi 60 ECTS av samfelagsvísindaligum ella stjórnmálafrøðiligum skeiðum. Í hesum føri byggir avgerðin á eina heildarmeting av umsóknini.
Í heilt serligum føri kann víkjast frá hesum krøvum, um umsøkjarin á annan hátt hevur ognað sær vitan og lestrarførleika, ið kann javnsetast við viðkomandi bachelorútbúgving. Í hesum føri byggir avgerðin á eina heildarmeting av umsóknini. Saman við umsóknini skulu umsøkjarar senda eitt skriv, har grundgivið verður fyri umsóknini.
Ískoytiskrøv
Førleikar í samfelagsvísindaligum háttaløgum: At hava staðið í minsta lagi (vanliga 20 ECTS ella samsvarandi) skeið í samfelagsvísindaligum háttalagi. Hesi skeið skulu vera í minsta lagi á bachelorstigi. Upptøkunevndin metir í hvørjum einstøkum føri, um upptøkukrøvini eru uppfylt.
Málsligir førleikar: Fyri at kunna standa útbúgvingina er neyðugt, at tann lesandi hevur førleikar at lesa og tulka føroyskar, enskar og danskar tekstir. Somuleiðis er neyðugt, at tann lesandi hevur førleikar at skriva uppgávur, íroknað masterritgerðina, á einum av omanfyri nevndu málum.
Lestrarráðið tekur avgerðir um frávik frá hesum reglum.
Avmarkingar fyri upptøku av lesandi
Avmarkingar eru, í hvussu nógv lesandi verða tikin inn. Hesar avmarkingar verða ásettar á hvørjum ári og kunngjørdar sambært almennu reglunum á Setrinum.
Umsóknir um upptøku verða viðgjørdar við støði í, hvørji upptøkukrøv eru til masterútbúgvingina. Harumframt eru avgerðir hjá upptøkunevndini grundaðar á talið á lesandi, sum frammanundan eru á útbúgvingini eins og eina meting av, hvørt tann lesandi megnar at fylgja skeiðum, sum eru farin í gongd.
Setrið tilskilar sær rættin til ikki at taka lesandi inn, um so er at ov fáir skikkaðir umsøkjarar eru.
Setrið hevur serligar mannagongdir til masterlesandi, ið vilja flyta frá øðrum fróðskaparsetri til Setrið. Í slíkum føri kunnu lesandi seta seg í samband við lestrarvegleiðarar ella útbúgvingarleiðaran. Sí annars Kunngerð um upptøku til lestur á Fróðskaparsetri Føroya.
Innihald
Fakliga innihaldið í útbúgvingini er nágreiniliga lýst í skeiðslýsingum og pensumlistunum, sum eru tøk á heimasíðu setursins.
Skipan av útbúgvingini
Masterútbúgvingin telur 120 ECTS, sum svarar til eitt fulltíðarstarv í tvey lestrarár. Útbúgvingin er skipað í 4 lestrarhálvur, har hvør lestrarhálva telur 30 ECTS. Í hvørjari skeiðslýsing er ein lýsing av endamáli, innihaldi, arbeiðslagi í sambandi við læru- og undirvísing, umframt av læruúrtøkum og próvtøkuhættum sambært reglugerð fyri Fróðskaparsetur Føroya.
Framtíðarmøguleikar
Útbúgvingin gevur førleikar til leiðandi størv innan privata, almenna og sivilsamfelagsligu sektorarnar bæði lokalt og altjóða. Tann spesialisering, sum liggur í tilgondini, kann geva serliga góðar starvsmøguleikar innan tað økið, ið tann lesandi velur sum sítt høvuðsøki.
Framhaldandi útbúgving
Útbúgvingin gevur førleikar til víðari lestur á ph.d. stigi (Third Cycle Programmes).
Lestrarlív
Tá tú byrjar at lesa á Fróðskaparsetri Føroya, verður tú partur av einum livandi og tætt knýttum lestrarumhvørvi mitt í hjartanum av Havnini. Her ert tú – saman við hinum lesandi – í miðdeplinum, bæði tá ið tað kemur til læring og sosialt lív.
Frá fyrsta degi verður tú væl móttikin til eina skipaða intro-viku og verður partur av einum lestrarbólki saman við øðrum nýggjum lesandi.
Gott lestrarumhvørvi
Á Setrinum verður nógv gjørt fyri at skapa eitt gott lestrarumhvørvi. Her eru lestrarhøli, køkar og lestrarstovur, har tú kanst arbeiða saman við øðrum, drekka ein kaffimunn og taka tær av løttum.
Tú fært skjótt eina kenslu av, hvussu tað er at lesa á einum universiteti, og hvussu tað er at vera partur av einum spennandi og mennandi felagsskapi.
Felagsskapur og netverk
Tú kanst eisini luttaka í ymiskum felagsskapum og tiltøkum, sum verða skipað av og fyri lesandi. Her møtir tú fólki úr øðrum útbúgvingum og árgangum – eitt frálíkt høvi at knýta vinabond og skapa eitt sosialt netverk. Eisini hevur tú møguleika at luttaka í ráðum og nevndum, har tú kanst gera mun og fáa royndir, sum kunnu brúkast seinni í lívinum.
At lesa í Føroyum merkir eisini, at náttúran og mentanin eru altíð tætt við. Tað er stutt millum lestrarhøli og fjøll, hav og mentanarlív – og hetta ger Tórshavn til eitt serliga gott stað at vera lesandi.
Master í søgu
Master in History
- Lestrartíð 2 ár
- Deild Søgu og samfelagsdeildin (SSD)
- Tal á Lesandi Uml. 20
- ECTS 120
- Lestrargjald (Fulltíðarlestur) Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum o.ø. Norðurlondum
- Lestrargjald (Stakgreinir) 200 DKK/ECTS
Endamál
Endamálið er at útbúgva søgufrøðingar og harvið víðka munandi um søgufrøðiliga vitan, arbeiðsevni og sjálvstøðugt virksemi, við støði í teimum førleikum, ið bachelorútbúgvingin hevur givið. Útbúgvingin skal víðka um førleikar at nýta ástøði og háttalag í søguvísindi fyri sjálvstøðugt at fremja trupulleikagrundaðar verkætlanir, og harvið røkka fakligari dýpd og sjálvstøðugum avriki.
Bygnaður
7. lestrarhálva (heyst) | 8. lestrarhálva (vár) | 9. lestrarhálva (heyst) | 10. lestrarhálva (vár) |
Vísindaástøði og háttalag á master 10 ECTS | Valfak á masterstigi á Fróðskaparsetinum og/ella á útlendskum universiteti*) 30 ECTS | Praksislæra innan masterlæru 25 ECTS | 30 ECTS |
Føroyskt keldutilfar úr einavaldstíðini 10 ECTS |
| Fyrireikandi skeið til masterlæruritgerð 5 ECTS | |
10 ECTS |
|
*) Valfak I, II og III á masterstigi kunnu takast á einum útlendskum univeristeti. Tey valfríu fakini, sum Fróðskaparsetrið bjóðar út, eru í løtuni hesi:
- 6111 Umhvørvissøga
- 6336 Demokrati, valskipanir og veljaraaferð
- 6137 Logikkur og kritisk hugsan
- 6327 Vinnu- og maritim søga í 19. og 20. øld
- 2433 Løgsøga (heystfak)
Um innihaldið av teimum einstøku skeiðunum, slá upp á: www.skeid.setur.fo
Nærri kunning
Nærri kunning fæst við at venda sær til Kirstin Sigurðsdóttir Rasmussen, lestrarvegleiðara á Søgu- og samfelagsdeildini (kirstinr@setur.fo) ella við at venda sær til Hans Andrias Sølvará, útbúgvingarleiðara (hansas@setur.fo)