Skriva út
Stakskeið á Deildini fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Tey skeið, ið verða boðin út til fulltíðar masterlesandi á Setrinum, verða eisini boðin út til onnur at søkja sum stakskeið, treytað av at tøk pláss eru á skeiðnum.
Umframt hetta kunnu ph.d.-skeið eisini verða boðin út og skeið á serligum áhugaøkjum í sjúkrarøktafrøði ella heilsuvísindum.
Tey, ið vilja søkja inn á hesi skeið, skulu søkja um upptøku til hvørt skeið sær og skulu lúka somu krøv til upptøku sum onnur lesandi.
Ávís skeið á master í heilsuvísindi verða boðin út sum stakgreinalestur, um pláss eru tøk.
Eftirkannað hetta við Lestrarskrivstovuni.
Tilmelding til skeið heystið 2024 fer fram við at fylla út umsóknarblaðið, ið fæst HER.
Umsóknarfreist: 5. august 2024.