Skriva út

Tøk lestrarpláss 2024

Enn eru fleiri tøk lestrarpláss á fleiri útbúgvingum á Setrinum í 2024. Niðanfyri sæst yvirlit yvir útbúgvingarnar, ið hava tøk lestrarpláss, og til høgru fyri útbúgvingarnar finst umsóknarblað.

Upptøkutreytirnar til tøk lestrarpláss eru tær somu sum til vanligu upptøkuna. Lestrarplássini verða tillutað so hvørt, sum umsóknirnar koma inn. 

Seinasta freist at søkja um upptøku til tøk lestrarpláss er týsdagin 14. august 2023 kl. 12:00.

Umsókn og avrit av viðkomandi skjølum skulu sendast til umsokn@setur.fo. 

Lestrarbyrjan er mánadagin 19. august 2024.

 

Útbúgving

Umsóknarblað

 

Bachelorútbúgvingar 

Bachelor í námsfrøði

Bachelor í búskapar- og virkisfrøði

Bachelor í føroyskum - mál og bókmentir

Bachelor í samfelagsvísindum

Bachelor í stjórnmálafrøði

Bachelor í søgu - smátjóðir og altjóðagerð

Bachelor í KT-verkfrøði

Diplom í web-menning

Bachelor í mýlalívsvísindum

 

 

 

 

Umsóknablað - bachelor

 

 

 

 

 

 

Hjánám 

Hjánám í føroyskum

 

 Umsóknarblað - hjánám

 

Masterútbúgvingar 

Master í føroyskum

Master í samfelagsvísindum og stjórnmálafrøði

Master í søgu

Umsóknarblað - master

 

  

Hevur tú spurningar viðvíkjandi upptøku til tøk lestrarpláss, kanst tú seta teg í samband við Lestrarskrivstovuna á tlf. 352520 ella LSS@setur.fo. 

Spurningar?

Ring á tlf. 35 25 20 ella skriva til LSS@setur.fo