Skriva út

Upptøkuroynd til løgfrøði

Fyri tey, sum ynskja at lesa bachelor og master í løgfrøði er serkrav at tey standa eina upptøkuroynd við einum próvtali uppá í minsta lagið 7.  Endamálið er at meta um nakrar grundleggjandi førleikar hjá umsøkjaranum. Nærri kunning um hvat royndin inniheldur er at finna HER.  

Upptøkuroyndin telur saman við prógvum frá miðnámi ella bachelorprógvi, viðkomandi royndum og eftirútbúgvingum v.m. í metingini av, hvør er skikkaður til upptøku.

 

Viðkomandi upplýsingar

Upptøkuroyndin verður mikudagin 25. juni 2025, kl 10-16 í auluni á Frælsinum 20. 

Tey, sum ætlað at sita til upptøkuroyndina, skulu melda seg til í seinasta lagið mikudagin 18. juni 2025 kl. 12. Hetta gera tey við at senda eini boð til Lestrarskrivstovuna á LSS@setur.fo við fullum navni og føðingardegi.

Tá tú hevur melda teg til upptøkuroyndina fært tú eitt eyðkennisnummar, ið tú skalt brúka á tínari innlating.