Vetrarupptøka til Sjúkrarøktarfrøði
Aftur í ár ber til hjá tær at fara undir útbúgving á Fróðskaparsetri Føroya í vetrarhálvuni. Vit bjóða nýggjum lesandi at søkja um upptøku til bachelor í sjúkrarøktarfrøði. Men sum nakað nýtt skal umsóknin nú avgreiðast gjøgnum Vangan hjá Undirvísingarstýrinum. Hetta ger tað lættari og skjótari hjá tær at søkja.
Tú kanst søkja við at trýsta á knøttin niðanfyri ella úti í høgru síðu.
Umsóknarfreistin er á midnátt 1. desember.
Nærri kunning um útbúgvingina finnur tú HER.
Treytir fyri upptøku
Grundleggjandi treytin fyri upptøku á hesi útbúgvingini á Setrinum er, at umsøkjarin hevur eitt gymnasialt miðnámsprógv. Harumframt er serkrav um, at umsøkjarin hevur staðið lærugreinarnar føroyskt A, enskt C og danskt á støði við fráfaringarroynd fólkaskúlans.
Um tú ikki hevur fult miðnámsprógv, ella lýkur tú ikki sertreytirnar, so kanst tú søkja um upptøku gjøgnum kvotu 2. Neyðugt er tá, at tú í umsóknini skjalprógvar, at tú á annan hátt hevur nomið tær neyðugar førleikar til at lesa á hægri lærustovni, og tá verður ein heildarmeting gjørd av tíni umsókn.
Les nærri um kvotu 1 og kvotu 2 í breddanum í høgru síðu.
Tað hevur stóran týdning, at tú við skjølum prógvar tær royndir, sum eru viðkomandi fyri umsóknina, og at tú heftir skjalprógvini við, tá tú søkir. Nærri kunning um, hvørjir førleikar verða tiknir við í viðgerðina av umsóknini, finnur tú til høgru undir "Hvat telur við?".
Av teimum 25 lesandi, ið verða tikin inn á útbúgvingina í januar 2025, verða átta tikin inn gjøgnum kvotu 2 og 17 gjøgnum kvotu 1.
Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at venda tær til Lestrarskrivstovuna á LSS@setur.fo ella ringja til 352520.
Søkja uttan fyri Vangan
Ber ikki til hjá tær at søkja gjøgnum Vangan, so ber til at søkja við at senda umsóknarblað til umsokn@setur.fo
Umsóknarblað til kvotu 1 er HER
Umsóknarblað til kvotu 2 er HER
Leiðbeiningin er HER.