Meting av handritum

Fakligar og fíggjarligar metingar

Tað er nevndin fyri forlagið Fróðskap, sum tekur endaliga støðu til, um eitt handrit verður givið út sum bók. Mett verður bæði um fakliga stigið er nøktandi og um tað er fíggjarliga møguligt at geva út. 

Er talan um doktararitgerð ella annað handrit, sum er javnmett (peer review) av fakfólki, kann handritið verða góðkent uttan aðra fakliga meting frá forlagnum. 

Er talan um aðrar vísindaligar útgávur, heitir nevndin á óheftar serfrøðingar um í trúnaði at meta um fakliga stigið á handritinum og biður um meting av, um handritið fakliga er nóg gott til at geva út í bók. 

Fyri Fróðskaparrit er umframt ritstjórarnar eitt editorial board, sum metir um góðskuna á innsendum greinum. Um ritstjórnin heldur tað vera neyðugt, verða greinar sendar til fakliga meting hjá óheftum serfrøðingum. 

Eins og hjá øðrum vísindaligum forløgum upplýsir forlagið Fróðskapur hvørki uttanfyristandandi ella høvundinum sjálvum, hvørjir teir óheftu persónarnir eru, sum hava mett um fakligu dygdina á handritum. Hetta er eitt álitismál millum fakkunnleika og forlag.