Skip to main content

IELTS royndir í Føroyum

Í Føroyum ber nú til at taka ensku málroyndina - IELTS - ístaðinfyri TOEFL royndina. IELTS royndin er ein av góðkendu málroyndunum, sum útlendsk universitet krevja.

Royndin er vanliga í mai/juni og november.

Dagfestingin fyri komandi roynd er leygardagin 7. mai 2016. 

Tú teknar teg her. Fylg leiðbeiningini, og tá tú hevur teknað teg, fært tú ein teldupost, ið sigur, hvat tú síðani skalt gera. Um góðskan verður nóg góð, ber væl til at skanna skjølini og senda tey við telduposti.

Tú kanst lesa meiri um royndina her.