Skip to main content

NordPlus

Norðurlendska Ráðharraráðið hevur í tíðarskeiðinum 2012-2015 sett fimm Nordplus skipanir í gongd. Tær eru ætlaðar at økja um samstarv og mobilitet innan útbúgvingarøkið.

Styrelsen for Universtteter og Internationalisering (CIRIUS)- hevur ábyrgdina av kunning og vegleiðing í Danmark. Í Føroyum kunnar og vegleiðir Altjóða Skrivstovan um Nordplus.

Ætlanin við Nordplus skipanunum er, at tær skulu styrkja norðurlendska-baltiska felagsskapin og samleikan, við støði í søguligu, mentanarligu og demokratisku felagseyðkennunum hjá londunum. Skipanirnar eru ætlaðar til undirvísing á øllum stigum.

Les meiri um stuðulskipanirnar:

Nordplus Junior er ætlað til lærarar og næmingar í fólkaskúlum, miðnámsskúlum og innan yrkisútbúgvingarnar.

Nordplus Hægri Útbúgving er ætlað til at menna samstarv fyri lærarar og studentar innan hægri útbúgvingar í Norðurlondunum.

Nordplus Vaksin er ætlað at menna samstarvið fyri fólksliga upplýsing og undirvísing av vaksnum.

Nordplus Horisontal er ein tvørgangandi skipan. Verkætlanir sum fara um vanligu bólkarnar og sektorarnar og verkætlanir, sum arbeiða við øðrum, nýggjum, breiðari og meiri kompleksum málum kunnu fáa stuðul.

Nordplus Mál og Mentan er skipan, sum skal menna støðuna hjá teimum norðurlendsku málunum bæði millum norðanlondini og altjóða.

Lesið frágreiðing hjá 7. flokki í Hoyvíkar skúla, sum hevur verið í Uummannaq í Norðurgrønlandi við stuðuli frá Nordplus Junior. Tit hava eisini hendan møguleikan um tit søkja Nordplus Junior um stuðul.

8 norðurlond + 3 baltalond

Skipanin er galdandi fyri øll fimm Norðanlondini Danmark, Finnland, Ísland, Noreg og Svøríki, umframt tey trý sjálvstýrandi økini, sum tað so vakurt eitur á norðurlendskum ráðharramáli, Grønland, Føroyar og Álandsoyggjarnar og sum nakað nýtt eru tey trý baltalondini, Estland, Letland og Litava eisini við.
Í Nordplus skipanini er vert at geva gætur at tey sjálvstýrandi økini vera roknaði sum lond og at tey tí luttaka á sama hátt sum hini londini í skipanini.

Tað merkir millum annað at ein dani, kann søkja um stuðul at sleppa til Grønland og Føroyar og at føroyingar kunnu søkja um stuðul um at sleppa til Grønlands og Danmarkar.

Nær er umsóknarfreist?

Næsta vanliga umsóknarfreist til er mánadagin 1. mars 2016.
Les meira her og her.

Nordplus Junior og Nordplus Vaksin hava eisini freist 1. oktober hvørt ár – tað kanst tú lesa meira um á síðunum fyri tey ymisku programmini.

Faldari um Nordplus