Skip to main content

North2north samstarvið hjá UArctic

Føroyar, Grønland og Danmark fara upp í north2north samstarvið hjá UArctic

Tann 9. januar 2015 møttust umboð fyri føroysku, grønlendsku og donsku lærdu háskúlarnar, ið eru farnir upp í north2north samstarvsætlanina, fyri fyrstu ferð á einum fundi, ið var hildin á Roskilde Universitet. North2north samstarvið er liður í UArctic samtakinum, og umframt seks lærdar háskúlar úr danska ríkinum, taka lærdir háskúlar frá øðrum arktiskum londum eisini lut í samstarvsætlanini, ið leggur dent á skiftisvirksemi millum luttakandi útbúgvingarstovnarnar.

Útbúgvingarstovnarnir, ið taka lut í north2north ætlanini eru Aarhus Universitet, Center for Arktisk Teknologi á Danmarks Tekniske Universitet, Roskilde Universitet, Ilisimatusarfik (lærdi háskúlin í Grønlandi), Institut for Miljø- og Erhvervsøkonomi á Syddansk Universitet og Fróðskaparsetrið.

Fíggjarligur stuðul frá north2north kann veitast bæði lesandi, ið hava heimstað á einum av luttakandi stovnunum, og lesandi, ið ynskja at vitja ein av luttakandi stovnunum. Sambært danskari lóg kunnu lesandi einans sleppa undan lestrargjaldi, um ein tvílandasáttmáli er millum heima- og vertsstovnin.

  • Stuðul kann veitast fulltíðarlesandi frá donskum, grønlendskum og føroyskum útbúgvingarstovnum, sum eru við í north2north samtakinum, ið ynskja at lesa á øðrum north2north stovnum, umframt at hann kann veitast lesandi frá øðrum north2north limastovnunum, ið ynskja at lesa á einum av donsku, grønlendsku ella føroysku stovnunum. Til ber eisini at søkja um stuðul til skiftisvirksemi millum stovnarnar í danska ríkinum, men í hesum føri er tað betri, um søkt verður aðrastaðni, til dømis frá Nordplus.
  • Umsóknarfreistin er 15. februar 2016.
  • Skiftisvirksemið skal vera millum lestrarhálvurnar um heystið 2016 og várið 2017.
  • Lesandi á øllum hægri lestrarstigum kunnu søkja um stuðul (Bachelor, Master og PhD).
  • Skiftisvirksemið kann vara millum eina viku (kanningarferð, luttøka á ráðstevnu ella líknandi) og eitt heilt lestrarár (skiftislesnaður), ið leggur dent á eitt arktiskt evni.

Meira kunning um north2north samstarvið og um, hvussu ein søkir um stuðul, er at finna á www.uarctic.org/north2north.

Harumframt kunnu lærarar, granskarar og onnur starvsfólk á luttakandi stovnunum søkja um stuðul til skiftisvirksemi.

  • Skiftisvirksemið skal vera í 2016.
  • Lærarar, granskarar og starvsfólk frá øllum north2north limastovnum kunnu søkja um stuðul til skiftisvirksemið við aðrar luttakandi stovnar.
  • Til ber eisini at søkja um stuðul til skiftisvirksemi millum stovnarnar í danska ríkinum, men í hesum føri er tað betri, um søkt verður aðrastaðni, til dømis frá Nordplus.
  • Umsøkjarin má hava starv á einum stovni, ið luttekur í UArctic samtakinum.
  • Ongin ávís tíðarlongd er ásett fyri skiftisvirksemið, men tað skal innihalda í minsta lagi 5 dagar av undirvísing, gransking ella netverking um eitt arktiskt evni.
  • Umsøkjarin hevur ábyrgd av at finna ein lærustovn at samstarva við og skal sjálv(ur) skipa fyri sjálvum skiftisvirkseminum.
  • north2north kann veita í mesta lagi 1500€ í samsýning til eitt skiftisskeið, og hesin peningur kann ikki nýtast sum dagpeningur.
  • Tey, ið fáa fíggjarligan stuðul, skulu senda eina stutta frágreiðing við myndum, eftir at skiftisvirksemið er lokið.