Skip to main content

1. ÚS-skipan: Fyri lesandi við hægri læristovnar í Føroyum:

Studning í 11 mðr. í skúlaárinum 2015/2016: 3.815 kr. um mánaðin
Lán 2.419 kr. um mánaðin

2. Ferðastuðulin innanoyggja:

Lesandi, ið nýta Strandfaraskip Landsins, gjalda sama gjald, fyri at koma til útbugvingarstaðið. 20 túrar millum bústað og lærustovn kosta tí lesandi: 100,-kr.

3. SU Stuðul til hægri útbúgving

Stuðulin frá SU er skattskyldugur og inntøkan ávirkar stuðulin um inntøkan er ov høg. Stuðulin frá SU í 2015 er fyri útibúgvandi:

Stuðul pr. mðr: 5.903,-
Ískoyti til einligar forsyrgjarar: 5.903,-
Ískoyti til forsyrgjarar, sum búgva saman við einum sum fær SU stuðul: 2.358,-
Ískoyti til lesandi við rørslutarni: 8.394,-
Lán pr. mðr: 3.020,-
Ískoyti SU-lán til forsyrgjarar: 1.511,-
Endalán: 7.791,-
Stuðul til undirvísingargjald: max. 2.304,-

4. ÚSUN-stuðulin. Stuðul til hægri lestur uttanfyri Norðurlond

Tá ið útbúgvingin er góðkend av SU-styrelsen, letur ÚSUN árliga lestrarpening upp til 80.000 kr. (2015/16) í í mesta lagi 6 ár.
Kostar skúlin meira, ber til at læna frá Studna!

Í 2015 fæst SU upp til 4 ár - pr. mðr.: 5.903,-. Um lesturin er longri, kann ÚSUN stuðla við 3.815,- um mðr. Vanliga í eitt ár longri enn normeraða lestrartíðin.

5. Ferðastuðulin uttanlands

Stuðulsárið 2015/2016 eru hesar upphæddir galdandi:

Danmark Europa Uttanfyri Europa
Lesandi 2.400 kr. 4.000 kr. 5.000 kr.
Børn (0-1) 300 kr. 500 kr. 700 kr.
Børn (2-11) 1.400 kr. 2.300 kr. 3.500 kr.
Børn (12-16) 2.400 kr. 4.000 kr. 5.000 kr.

6. Verkætlanarstuðulin

Stuðul til ferðaútreiðslur til føroysk lesandi við hægri útbúgvingar í Føroyum ella í útheiminum í samband við størri verkætlanir, sum skulu fremjast í einum øðrum landi.

Stuðulin er tann skjalprógvaða upphæddin av ferð millum lond til vanligan ferðaseðlakostnað, tó í mesta lagi upphæddin fyri lesandi sbrt. talvuni um ferðastudningin. 

7. Málsig fyrireikingarskeið

1. august 2004 var sett í verk royndarskipan, sum veitir stuðul til málslig fyrireikingarskeið til hægri útbúgvingar á ikki enskttalandi lærustovnum í ikki enskttalandi londum uttanfyri Norðurlond, skipanin er nú vorðin føst og er ikki royndarskipan meiri. Nú ber til at fáa stuðul upp í eitt ár, tá ið talan er um heilt fremmant mál. Les meira á heimasíðuni hjá Studna.

Sí nærri um reglugerðir á heimasíðuni hjá Studna og SU.