Skip to main content

Finn tína útbúgving

Hvussu finni eg eina útbúgving, tá ið eg ikki rættiliga veit, hvat eg ætli mær at lesa?

Hygg eftir heimasíðuni UddannelsesGuiden. Finn "Inspirationsværktøjer." Har eru sjey valmøguleikar, og teir sum eru áhugaverdast eru nr. 6 og 7, ið eita Jobkompasset og Studievælgeren.

Skalt tú hava kunning um útlandið, trýst so á udiverden.dk

Tú kanst eisini fáa íblástur til útbúgvingarvalið við at svara nøkrum spurningum á hesi ensku heimasíðuni UKCourseFinder

Á forsíðuni á heimasíðuni UddannelsesGuiden finnur tú eina síðu við útbúgvingum fyri vaksin í Danmark, ið eitur "Til dig, der søger voksen- og efteruddannelse."

Í Svøríki er hendan heimasíðan hent AllaStudier.se. Har finnur tú eina rúgvu av útbúgvingum í Svøríki og í restini av heiminum.

Heimasíðan hjá norska studentafelagnum ANSA hevur kunning um nógv lond og tú kanst leita eftir útbúgvingum um allan heim.

Á ensku heimasíðuni UCAS fært tú kunning um, hvussu tú søkir inn á ymsu universitetsútbúgvingarnar og aðrar hægri útbúgvingar í Stóra Bretlandi. Um tú trýstir á yvirskriftina, ið eitur Students, sært tú eina vegleiðing um, hvussu tú skalt bera teg at, tá tú skalt finna tær útbúgving, útbúgvingarstað, tá tú skalt søkja inn o.s.fr.

Heimasíðan BRAIN TRACK kunnar um universitet um allan heim.

Annars eru fleiri enn 100 leinki um lond og kunning um útbúgvingar í ávísum londum undir Lestur í útheiminum her á heimasíðuni.