Skip to main content

Góð mið um tú ætlar tær at fara undir fjarlestur

Fjarlestur er ein lestrarháttur, sum er í stórari menning. Útboðið økist alla tíðina við nýggjum tilboðum til tey áhugaðu. Flestu útbúgvingarstovnar hava nú fleiri ymisk tilboð til tey, sum ætlað sær at lesa sjálvi, tað verið seg heilar útbúgvingar ella partar av eini útbúgving Háttirnir sum brúktir vera eru ógvuliga ymiskir. Talan kann vera um beinleiðis sjálvlestur, har studenturin bara er innskrivaður og bara møtir til kravd skeið og til próvtøku.

Í øðrum førum kann undirvísingin í stóran mun vera um telduna (e-learning) tað verið seg bólkaundirvísing ella tvívegis samskifti av ymsum slagi. Í summum førum má studenturin møta til ávísa undirvísing í semestrinum, har t.d. bólkauppgávur vera gjørdar og mettar.

Hesin lestrarhátturin er sera strævin og tað krevur stóran sjálvsaga at koma ígjøgnum, men hann er ógvuliga fleksibul og er væl hóskandi til eitt fjarskotið oyggjaland.

Her síggjast ymisk leinki, sum kunnu vera áhugaverd hjá tí, sum ætlar sær undir fjarlestur. Spyr tó eisini á teimum einstøku stovnunum, hvørjir møguleikar eru fyri fjarlestri.

The Open University 

The Open University - Í Skotlandi. 

National Extension College

Open College of Arts

Association of British Correspondence Colleges (ABCC) 

British Council - Fjarlestur í Bretlandi.

London External - Skeið hjá London University. 

GRADUATEGUIDE - Savn við hentum leinkjum til fjarlestur í USA á Graduate stigi. 

The National Home Study College - Eitt av størstu universitetunum fyri fjarlestri í Stóra Bretlandi.

Studentum.dk