Skip to main content

Kvotu 2 krøv til universitet í Danmark

Upptøkan eftir kvotu 2 er fyri umsøkjarar, sum av ymsum orsøkum ikki kunnu verða tiknir upp eftir kvotu 1, ella sum hava tørv at verða mettir eftir øðrum førleikum afturat próvnum. Tað er útbúgvingarstaðið, sum setir treytirnar fyri kvotu 2 á ymsa útbúgvingunum. Útbúgvingarstaðið tekur upp við støði individuellari meting av hvørjari kvotu 2-umsókn. Minst til at kanna kvotu 2-krøvini hjá útbúgvingarstøðunum, fyri at meta um, um kvota 2 er relevant fyri teg. Krøvini kunnu vera ymisk frá útbúgving til útbúgving.

Hvør kann søkja?

Lestrarplássini á kvotu 2 verða mett eftir fylgjandi:

  • Umsøkjarar, sum hava atgongugevandi prógv og lúka upptøkutreytirnar, men sum hava tørv á at verða mettir eftir øðrum førleikum afturat miðaltalinum.
  • Umsøkjarar, sum hava annað upptøkugrundarlag enn bókligt (t.e. gymnasialt) miðnámsskúlaprógv, eina vinnuútbúgving ella HF-stakgreinar.
  • Umsøkjarar við einum altjóða útlendskum prógvi, sum ikki kann roknast um til danska prótalsstigan.
  • Umsøkjarar, sum søkja inn á eina útbúgving við upptøkuroynd og/ella upptøkusamrøðu sum upptøkukrav.
  • Umsøkjarar, sum hava fingið ella ynskja undantak frá kravinum um atgongugevandi prógv.

Tað er bert gjørligt at lata virksemi í tilsamans 12 mánaðir verða part av metingini.                                                              
Á nøkrum útbúgvingum er umsóknartrýstið stórt, og tí eru ávísir førleikar ofta eitt krav, fyri at verða tikin upp. Umvent kanst tú ikki vera vís/ur í upptøku, hóast tú heldur, at tú lýkur nevndu krøvini. Talan er um eina heildarmeting, og virksemi, sum ikki er nevnt kann eisini hava týdning.

Mann skal ikki søkja somu útbúgving eftir bæði kvotu 1 og kvotu 2. Søk eftir kvotu 2, um tú ikki ert vís/ur í, at tí próvtøkumiðaltal er nóg høgt, og tú metir, at tú hevur førleikar, sum samsvara við kvotu 2-krøvini hjá útbúgvingini. Um tú søkir eftir kvotu 2, verður tú mett/ur eftir báðum kvotum.

Umsóknarfreistin fyri kvotu 2-umsøkjarar er tann 15. mars, kl. 12:00.

Ein hent vegleiðing: Udvælgelseskriterier i kvote 2 i Danmark

Ein vegleiðing fyri kvotu 2 í 2014 finnur tú her.