Skip to main content

Ísland

Á hesi síðuni ber til at lesa um Ísland sum lestrarland, hvussu lesturin og útbúgvingarnar vera skipaðar og annað sum er vert at hava í huga, tá ið tú hugsar um at fara undir hægri lestur í Íslandi.

Stutt um Ísland sum lestrarland

Fyrsta universitetið í Íslandi var sett á stovn í 1911. Útbúgving hevur altíð verið raðfest frammaliga í Íslandi. Íslendingar hava verið kendir fyri at lesa í útlandinum, ikki bara í Danmark og USA sum teir felstu gera, men eisini í nógvum øðrum londum. Føroyar hava leingi havt gott samband við Ísland, men kortini hava ikki nógv leita sær til Íslands at lesa hægri lestur. Tey sum eru farin hava fyri tað mesta lisið íslendskt ella ymsar listagreinir, serliga tónleik. Nú eru nógv skeið fyriskipað á enskum og tískil er tað lættari hjá útlendskum studentum at lesa í Íslandi.

Útbúgvingarskipanin

10 stovnar bjóða hægri lestur í Íslandi. 8 av teimum eru góðkendir sum universitet, men bara eitt av teimum veitir allar tær vanligu universitetslærugreinirnar. Hini hava øll lagt seg eftir nøkrum fáum lærugreinum ella í summum førum bara einari lærugrein.

Útbúgvingarstig

Útbúgvingarskipanin í Íslandi er skipað á sama hátt, sum í nógvum øðrum londum við bachelorstigi og masterstigi. Ein bachelorútbúgving tekur vanliga 3-4 ár og ein masterútbúgving vanliga tvey ár. Einstakar útbúgvingar hava fimm ella seks ára normeraða lestrartíð. Millum annað løgfrøði (5 ár), lækni (6 ár) og tannlækni (6 ár). Meiri fæst at vita um tær einstøku útbúgvingarnar við at venda sær beinleiðis til lærustovnarnar. Á flestu útbúgvingunum er frálæran á íslendskum, men fleiri og fleiri vera nú eisini á enskum. Háskóli Íslands í Reykjavík er tann stovnurin, sum hevur flestu tilboðini á enskum.

Útbúgvingarstovnar

Myndlistaskólinn á Akureyri

Viðskiftaskólinn Bifröst
Skúlin er á Borgarnesi, ið er 150 kilometrar uttanfyri Reykjavík. Bifröst er privat universitet. Tað er einasta universitetið, sum bara undirvísir í fíggjar- og fyrisitingarlærugreinum. Tvey tey fyrsta árini geva óheft prógv. Triðja árið endar við BSc í Business Administration.

Háskólinn á Akureyri
Háskúlin á Akureyri hevur 4 megindeildir og er trið størsta universitetið í Íslandi. Útbúgvingar eru innan røktarfrøði, leiðslu, KT, námsfrøði og náttúrufrøði. Flestu útbúgvingarnar eru bachelorútbúgvingar, men tað eru eisini masterútbúgvingar td. innan røktarfrøði og ergoterapi.

Háskóli Íslands (University of Iceland)
Háskúli Íslands er størsta universitetið í Íslandi við 11 megindeildum (fakultetum) og um 7000 studentum. Allar vanligar universitetsútbúgvingar, sum læknafrøði, tannlæknafrøði, løgfrøði, verkfrøði, stjórnmálafrøði, búskaparfrøði, hugvísindaligar greinir og nógvar aðrar. Háskóli Íslands liggur í Reykjavík.

Háskólinn í Reykjavík (Reykjavik University)
Er eitt privat universitet undir íslendska handilskamarinum. Millum annað fæst BS útbúgving teldufrøði og BS útbúgving í "business administration" á skúlanum.

Landbúnaðarháskóli Íslands (The Agricultural University of Iceland)
Landbúnaðaraksúlin í Íslandi liggur í náttúruvakra Borgarfirði. Á skúlanum vera veittar BS og MS útbúgvingar innan ymsar greinir í landbúnaði og náttúruumsiting.

Listaháskóli Íslands (Iceland Academy of the Arts) 
Her fáast útbúgvingar innan at kalla allar listagreinir, alt frá málningalist til byggilist, sjónleik og tónleik. Skúlin er í Reykjavík.

Tónlistarskólinn í Reykjavík (Reykjavik College of Music) 
Á skúlanum ber til at velja millum tvær ymsar útbúgvingar, annaðhvørt sum solistur ella sum sanglærari ella tónleikalærari. Skúlin hevur deild fyri knappaljóðføri (klaver ol.), streingjaljóðføri og messing og træblásarar og eina deild fyri sang. Eftir trý ár fær studenturin BS prógv í tónleiki.

Tækniskólinn - skóli atvinnulífsins (Technical College Reykjavik)
Hetta er lærdi tekniski háskúlin í Íslandi. Útlendskir studentar hava sum oftast lætt við at sleppa til próvtøku á enskum. Háskúlin er í Reykjavík. 

Upptøkukrøv

Minsta krav um upptøku til hægri lestur í Ísandi er, at tú hevur vanligan lestrarførleika á sama førleikastigi sum íslendskt studentspógv (ÍS: studentspróf). Vanligasti hátturin at fáa lestrarførleika er at taka eina miðnámsútbúgving. Í einstøkum førum kann vera krav um serligt støði í ávísari lærugrein ella at prógvið hevur eitt ávíst miðalpróvtal, viðhvørt kann eisini vera krav um viðkomandi starvsroyndir. At vera tikin upp til hægri lestur í Íslandi krevst at málsligi førleikin í íslendskum er góður. Tað er sjáldan nakar trupulleiki hjá føroyskum studentum, sum eftir eina stutta tilvenjing skilja og tosa íslendskt. Hóast ein partur av undirvísingartilfarinum er á enskum er at kalla øll undirvísingin á íslendskum. Fleiri av lærustovnunum bjóða skeið í íslendskum undan lestrarársbyrjan. T.d. hevur Háskóli Íslands eitt skeið í fýra vikur í august mánað hvørt ár. Meiri fæst at vita um hetta skeiðið á altjóða skrivstovuni á Háskóla Íslands, sí heimasíðuna. Minst til at lærustovnarnir gera sjálvir av hvørji upptøkukrøvini eru og tí mást tú altíð seta teg beinleiðis í samband við stovnin, fyri at fáa nágreiniliga at vita hvørji krøvini eru. Legg eisini til merkis, at hóast tað ikki er avmarkað upptøka til útbúgvingar, so eru einstakar lærugreinir, sum hava próvtøku eftir hálvt ella eitt ára lestur, har bara teir bestu studentarnir sleppa at halda fram við lestrinum.

Próvtalastigi

Íslendski próvtalastigin er skipaður sum ein 10 talastigi, tvs. at lægsta próvtal er 0 og hægsta próvtal er 10. Próvtali 5 er staðið. Próvtalið 6 er tað sama sum 7,6 eftir 13 talsstiganum. Próvtalið 7 svarar til 8,7 próvtalið 8 er 9,6 og próvtalið 9 er tað sama sum 10,8 eftir 13 talsstiganum.

Upptøkumannagongd

Tað er eingin felags upptøka til íslendskar lærustovnar. Freistirnar eru ymiskar frá stovni til stovns og umsóknarbløð fáast frá lærustovninum. Á Háskóla Íslands er freistin 5. juni fyri norðurlendskar studentar. Set teg í samband við teir einstøku lærustovnarnir og fá meira at vita um freistir og umsóknarmannagongdir.

Lestrarárið

Lestrarárið er ikki tað sama á øllum lærustovnunum, men er vanliga býtt í tvær lestrarhálvur, eina heysthálvu frá september til desember og eina várhálvu frá januar til mai. Á heima­síðunum hjá teimum ymsu stovnunum fæst at vita, hvussu lestrarárið er har.

Góðkenningar

Sum heild kann sigast at er útbúgvingin og stovnurin góðkendur sum hægri útbúgving og er góðtikin av myndugleikunum í landinum so er útbúgvingin eisini góðtikin í Føroyum/Danmark. Heitini sum tú fært í útlandinum nýtast ikki at týðast til okkara cand.mag og líknandi heiti.

Vilt tú kortini hava at útbúgvingin verður mett eftir t.d. teimum donsku reglunum fyri t.d. at sleppa at brúka tey donsku heitini, kanst tú seta teg í samband við FIVU, Ministeriet for Forskning, Innovation og Videregående Uddannelser, tey kunnu geva tær eina vegleiðandi meting av útlendsku útbúgvingini.

Hevur tú tikið partar av eini útbúgving í útlandinum, tað kann t.d. vera fyrsta árið av eini útbúgving og ætlar tær at lesa restina í einum øðrum landi, sum t.d. Danmark, so skal søkjast beinleiðis til lestrarnevndina á deildini tú ætlar tær at lesa á. Tey meta so um útbúgvingina og um hvussu hon hóskar til donsku skipanina. FIVU kann í slíkum førum vegleiða.

Serligar yrkisútbúgvingar

Summar útbúgvingar krevja eitt annað slag av góðkenning. Tað eru yrki sum hava vard heiti og sum koma undir serligar lógir og kravt verður at longdin, bygnaður og innihald eru í samsvari við donsku skipanina. Dømi um slíkar útbúgvingar eru serliga innan heilsuøkið, har tað krevst autorisatión at virka sum m.a. lækni, tannlækni, sálarfrøðingur, fysioterapeutur, ergoterapeutur, sjúkrarøktarfrøðingur og jarðamóðir.

Umsókn um góðkenning av slíkum útbúgvingum skal ikki sendast til FIVU, men til avvarðandi myndugleikar. Meira fæst at vita á heimasíðuni hjá Ministeriet for Forskning, Innovation og Videregående Uddannelser.

Fígging

Sum í hinum norðurlondunum ber til at søkja um SU til tær vanliga livikostnaðin, tvs. bústað, mat og bøkur. Summir stovnar krevja skúlagjald og til ber at søkja SU um stuðul til skúlagjaldið.

Skalt tú fáa SU við tær í útlandið, krevur tað at tú fyrireikar teg í góðari tíð – helst fleiri mánaðir – søkir um at fáa útbúgvingina góðkenda. Tað ger tú við at útfylla oyðublað, sum eitur: ”ANSØGNING om godkendelse af uddannelse i udlandet som SU-berettigende”. Umsóknarblaðið fæst á heimasíðunum hjá SU og Studna.

Ferðastuðul verður latin. Í 2002 var upphæddin 3.466 kr fyri lesandi í Danmark, 5.000 kr. fyri lesandi úr restini av Evropa og 6.000 kr. frá restini av heiminum. Treytin er at útbúgvingin skal vera longri enn seks mánaðir. Meira fæst at vita á heimasíðuni hjá Studna.

Grunnar

Um tær tørvar pening, tá ið tú leggur fíggjarætlanina – tað er rættiliga vanligt – og tú hvørki hevur nóg góða uppsparing ella kann tráðroyna foreldrini, so ber til at lána pening frá Studna og frá SU. Ein annar møguleiki er at søkja pening úr ymsum grunnum, sum lata lesandi stuðul. Eitt yvirlit sæst á heimasíðuni hjá Altjóða Skrivstovuni undir Grunnar.

Bústaðarviðurskiftið

Í Reykjavík er bústaðarávísing fyri lesandi. Søk so skjótt, sum tú veit, at tú ætlar til Íslands, men helst ikki seinni enn 20. juni.

Nøkur hent leinki til studentabýli í Íslandi/Reykjavík:
Stúdentagarðar
Alþjóðaskrifstofa - Háskóli Íslands

Uppihaldsloyvi

Sum føroyingur nýtist tær ikki visum at sleppa at inn í Ísland. Heldur ikki nýtist norðurlendskum ríkisborgarum at søkja um uppihaldsloyvið. Eru spurningar hesum viðvíkjandi fæst meira at vita á Útlendingastofnun.

Íslendskt p-tal

Allir altjóða studentar noyðast tó at fáa sær íslenskt p-tal, so tú kann skráseta teg sum lesandi og fyri at fáa bankakontu í landinum. Íslendskt p-tal fæst á Íslendsku Hagstovuni: Hagstofa Íslands - Tlf. +354 5609880

Onnur kunning

Í fyrsta umfari fæst góð hjálp á Altjóða Skrivstovuni her í Føroyum ella á altjóða skrivstovunum á læristovninum har tú lesur.

Alþjóðaskrifstofa - Háskóli Íslands
Euroguidence í Íslandi.
Mentamálaráðið í Íslandi.

Slóðir við tilknýti til Ísland

Altjóða skrivstovan í Íslandi

Menntagátt.is  - Síða hjá íslendska mentámálaráðnum um framhaldsútbúgving eftir grundskúlan.