Skip to main content

Eru nakrir vansar við at lesa í útlandinum?

Ja, tað eru tað helst, men um tú hugsar um hesi viðurskiftini beinanvegin tú fer at fyrireika lesturin, ber til at minka um vansarnar. Nakrir av vansunum kunnu vera:

  • Tað ber ikki til at vera í tveimum støðum samstundis, tí ber ikki til at fylgja við í øllum sum hendir í Føroyum, meðan tú ert í útlandinum.
  • Tað kann taka longri tíð at lesa í útlandinum. – (Tað kann eisini taka styttri tíð)
  • Somuleiðis kann tað vera dýrari.
  • Tað kann vera trupult at venja seg við nýggja landið og tað kann vera næstan líka ringt at koma heimaftur. Nógv fáa sonevnd ”kultursjokk”.
  • Útbúgvingin kann møguliga ikki brúkast í Føroyum.