Skip to main content

Hvat er NemID og hvussu fáa føroyingar tað?

NemID er eitt felags innrit til bæði tann almenna og privata geiran í Danmark

Eitt felags innrit

NemID er tað sama innritið alla staðnis. Um tú vilt nýta tína heimagreiðslu ella í samband við SU. Mátin tú ritar inn er akkurát tann sami. NemID er samansett av brúkara-id, einum loyniorði og einum lyklakorti við "lyklum" (einnýtiskota).
 

Til at taka við

Tú kanst taka NemID við tær og brúka tað við øðrum teldum. Til dømis kanst tú brúka NemID á tíni arbeiðsteldu, á tíni Mac heima ella á einari teldu-café.


Ein trygg loysn

NemID er bygt upp um nakað, tú veit, og nakað, ið tú hevur. Títt loyniorð er nakað, sum bert tú kennir, og títt lyklakort er nakað, sum einans tú hevur.


Hvussu fært tú NemID?
Sum føroyingur kann mann fáa NemID við at flyta bústað til Danmarkar og so møta upp á kommunukontórinum og fáa eitt CPR-nummar, um mann ikki hevur tað, og hareftir kann mann fáa eitt NemID. Um tú skalt lesa í útlandinum, uttanfyri kongaríkið, og vilt søkja SU til góðkendan lesnað uttan at hava hvørki CPR-nr. ella NemID, kanst tú fáa eitt CPR-nr., um tú sleppur inn.

Við einum CPR-nr. í passinum  - krevist kanska nýtt pass -  kanst tú søkja um NemID sum "udlandsdansker", og so fáa loyniorðið sent og útflýggjað við at vísa prógv hjá ríkisins staðbundnu myndugleikum og við at vísa relevant skjøl. Í Føroyum er tað hjá Ríkisumboðnum.

Meira kunning her.