Skip to main content

Hvat skal eg hugsa um, um eg ætli mær at lesa í útlandinum?

Tað eru nógv viðurskifti tú skalt hugsa um, tá ið tú ætlar tær at lesa í útlandinum. Millum annað:

  • Tað skal vera ein orsøk til, at tú ætlar tær at lesa í útlandinum.
  • Hugsa um, hvat tað er sum hugtekur teg.
  • Kanna útbúgvingarmøguleikarnar gjølla. Spyr teg fyri á fleiri støðum. Bílegg kunningartilfar. Um tað ber til so vitja staðið og tosa við fólk sum kenna til viðurskiftini.
  • Hvørji málslig og faklig krøv eru? Lúki eg tey?
  • Byrja fyrireikingarnar í góðari tíð – helst eitt ár fyri lestrarbyrjan.
  • Klári eg at vera burtur og klári eg meg sjálvan?
  • Klári eg tað fíggjarliga ella skal eg søkja grunnar og/ella taka lán?
  • Kann útbúgvingin brúkast har, sum eg ætli mær at brúka hana?!
  • Tosa við onnur, sum hava roynt okkurt líknandi og/ella við ein lestrarvegleiðara.