Skip to main content

Hvat universitet er tað besta?

Tað ber illa til at svara hesum spurningi, tí ringt er at samanbera universitetini.

Tað veldst um, hvat tú ætlar tær at lesa, hvar tú ætlar tær at lesa og hvat endamálið við útbúgvingini hjá tær er.

Tað sum er besta loysnin fyri ein, er møguliga ikki tað besta fyri onkran annan.

Tað eru nakrir rankinglistar, serliga á internetium og serliga í teimum ensktmæltu londunum. Hesir skulu brúkast við fyrivarni. Teir kunnu vera gamlir og byggja oftani á grundarlag, sum kann vera sera skiftandi frá universiteti til universitets og oftani byggja teir á upplýsing frá universitetunum sjálvum.

Minst til tað er ikki altíð samband millum góðsku og stóran kostnað!

Nýt vit og skil, tá ið tú lesur kunningartilfar frá útbúgvingarstøðunum.

 

 

USA: 

US news, um bachelorútbúgvingar

US news, um masterútbúgvingar

 

UK:

Financial Times - meting av MBA útbúgvingum

British Council - kunning um lestur í Stóra Bretlandi

 

Italia:

La Repubblica - síðan er á italskum

  

Týskland:

Humboldt-Foundation - meting av granskingini á týsku stovnunum

 

Um allan heim:

QS World University Rankings 2012