Skip to main content

Hvussu er við skatti og SU í útlandinum?

Tá tú fært SU og býrt uttanfyri Danmark er umráðandi at gera soleiðis:

1. Seinast í kalendaraárinum skalt tú senda "forskudsregistrering" til skattakontórið í komununi, sum tú ert knýtt/knýttur at. Hetta kann vera gjørt við einum serligum oyðublaði ella um talan bara er um SU inntøku kann tú senda ein teldupost við upplýsingunum.

2. Fá skattamyndugleikarnar í Føroyum at skriva oyðublaðið: Bopæls-og skatteforhold (Residence and tax liability) til donsku skattamyndugleikarnar og bið um at sleppa undan at gjalda skatt av SU í Danmark. Um tú ongantíð hevur búð í Danmark skalt tú venda tær til:

Skattecenter København
Sluseholmen 8B
2450 København SV.
Tlf: (+45) 7222 1818 

3. Les eisini um at varðveita fulla skattskyldug í Føroyum á heimasíðuni hjá Ráðgevingini í Føroyahúsinum.