Skip to main content

Hvussu fær mann danskt CPR.nr. og Nem-ID, tá ið mann skal lesa uttanfyri Føroyar?

Lestur í Danmark
Tá mann sum føroyingur flytir til Danmarkar, skal mann fyrst og fremst fara til Borgerservice-skrivstovuna á kommununi, sum mann flytir til, og boða frá flytingini til kommununa.  
1a. Um mann hevur danskt CPR.nr. kann mann fáa Nem-ID beinanvegin, um mann ikki hevur tað.
1b. Um mann ikki hevur danskt Cpr.nr., fær mann tað so skjótt mann boðar frá flyting til eina danska addressu, og so kann mann fáa Nem-ID. Tað kann t.d. brúkast til almennar stuðulsskipanir sum t. d. SU, sum mann kann søkja talgilt um gjøgnum  “minSU”.

Lestur uttanlands
2. Um mann skal lesa uttanfyri Danmark og hevur danskt CPR.nr. í sínum passi og hevur havt addresssu, sum er skrásett í Folkeregisteret í Danmark,  kann Nem-ID útflýggjast fyri 200 kr. á donsku sendistovuni í tí landinum mann er. Mann kann eisini fáa Nem-ID undan fráferð úr Føroyum gjøgnum Ríkisumboðið.
3. Um mann ikki hevur danskt CPR.nr. skal mann fyrst søkja SU-styrelsen um góðkenning av útbúgvingini og uppptøku á útbúgvingini, sum mann skal hava góðkenda. Síðani skal mann søkja um SU-stuðulin á einari pappírsumsókn og upptøkubrævið skal leggjast við. Eitt avrit av passinum og eitt “Tro og love”-oyðublað skulu sendast saman við umsóknini til SU. So syrgir SU fyri at seta seg í samband við SKAT í Danmark, sum gevur tær eitt danskt CPR.nr.                                                                                                                                           Fyri at fáa Nem-ID noyðist studenturin at møta persónliga hjá Borgerservice í einari danskari kommunu. Hav neyðugu skjølini við so sum CPR.nr. og pass. Við Nem-ID kann mann samskifta við SU ígjøgnum “minSU”.                                                  
Mann kann gott fáa bæði SU-stipendium og SU-lán við pappírsumsóknum (uttan Nem-ID), men tað tekur longri tíð enn við Nem-ID.

GG!
Minst til at seta teg í samband við SKAT í Danmark og fyribilsskráset teg (fyri at sleppa undan at gjalda ov nógvan skatt) og send eina skattaváttan, ið tú fært frá TAKS í Føroyum, til SKAT í Danmark.