Skip to main content

Hvussu finni eg bústað í Danmark?

Tað kann vera trupult at fáa íbúð í Danmark serliga í Keypmannahavn. Okkara ráð eru, at tú skalt søkja í góðari tíð. Tað er ymiskt, hvussu regluranr eru fyri, nær ein kann søkja, men vanligt er, at ein kann søkja kollegi eitt ár frammanundan, at útbúgvingin byrjar. Á flestu kollegium kanst tú flyta inn upp til tríggjar mánaðir áðrenn lestrarbyrjan. Eisini mæla vit tær til at søkja so nógv kollegiir sum møguligt, altso ikki vera kræsin. Summi kollegiir hava sera langar bíðilistar. 


GG! Legg til merkis, at reglurnar eru ymiskar, alt eftir hvar tú leitar eftir íbúð. 


Tað eru nógv leinki um kollegiir í Danmark. Tó kanst tú fáa eitt samlað yvirlit á UddannelsesGuiden á Om at finde en bolig.


Kanska tú eisini kanst hugsa um onnur sløg av íbúð, t.d. privata leigu, búfelagsskap, lutaíbúðir, at framleiga íbúð, eigaraíbúð.

Hentar heimasíður eru:

Findbolig.nu - Íbúðir um alt Danmark
BoligButikken - Íbúðir í høvuðsstaðarumráðnum
Lejebolig - Íbúðir um alt Danmark