Skip to main content

Krevst visum um mann skal lesa í Stóra Bretlandi?

JA!

Øll sum hava grønt pass og sum ætla sær at vera longri enn 6 mánaðir í Stóra Bretlandi skulu søkja um "Entry Clearance".

Frá hálvum november 2005 eru nýggjar reglur komnar um innferðaloyvi til Stóra Bretlands, hesar reglur eru bara galdandi fyri tey, sum hava grøn pass og sum ætla sær at vera í Stóra Bretlandi í longur enn 6 mánaðir, t.d. í samband við lestur. Tey sum hava grønt pass, skulu nú hava "Entry Clearance".

Boðini frá bretsku sendistovuni komu 1. desember 2005 og eru hesi:

If a Faroese inhabitant carrying a green Faroese/Danish passport wants to study in the UK for more than six months, they will need to apply for entry clearance. If the Faroese national is a holder of the Danish citizen passport with an EU marking on it, then there is no need to apply for entry clearance, however they will need to contact the home office to inform them of their intention to stay longer than six months, so that a residence permit can be issued.

Við grønum passi fært tú “ENTRY CLEARANCE” á bretsku sendistovuni í Keypmannahavn, tú skal senda umsókn saman við viðkomandi skjølum ella skalt tú fara á sendistovuna. Skjølini talan er um, eru upptøkubrævið frá universtitetinum í Bretlandi, bræv frá SU og ÚSUN um at tey rinda skúlagjald og studning. Tað kostar £85 at fáa "Entry Clearance". Lesið meira her. Her er eitt oyðublað, sum tú skalt fylla út í samband við umsóknina. 

Alternativið er at fáa sær eitt reytt pass, tá nýtist ein ikki "Entry Clearance".