Skip to main content

Lestur uttanlands og tryggingar

Føroyingar uttanlands fáa rætt til heilsutrygdarveitingar

Nýggj kunngerð gevur persónum, sum fyribils uppihalda sær í Føroyum, rætt til veitingar frá Heilsutrygd.

Heilsumálaráðið hevur fingið fleiri fyrispurningar frá borgarum um rættin til veitingar frá Heilsutrygd frá eitt nú lesandi uttanlands, ið koma heim til Føroya í feriu. Spurningarnir hava mest snúð seg um, hvat hesi hava rætt til innanfyri læknaviðgerð, tannlæknaviðgerð o.a., meðan tey eru heima í feriu.

Tá sjúkrakassarnir vóru virknir var siðvenja, at lesandi og fólk ið gjørdu almannagagnligt arbeiði uttanlands, fingu veitingar frá sjúkrakassanum, meðan tey fyribils uppihildu sær í Føroyum.

Nýggj kunngerð hevur við sær, at persónar, sum vegna brádliga sjúku, skaða ella versnaða verandi sjúku, fáa rætt til læknahjálp og tær veitingar, sum lækni metir er til gagns fyri tann sjúka, meðan hann er staddur í Føroyum. Harumframt fevnir kunngerðin um veiting í sambandi við árligt eftirlit hjá tannlækna, tá hesi eru heima í feriu í Føroyum.

Kunngerðin verður galdandi fyri persónar, sum eru búsitandi í Danmark og Grønlandi og sum fyribils uppihalda sær í Føroyum. Sum nú er, mugu hesi gjalda fyri viðgerð, tá tey eru heima í Føroyum í feriu og líknandi. Eisini fevnir kunngerðin um føroyingar, sum hava búð í Føroyum í minst 5 ár, áðrenn tey fluttu til annað land at lesa. Harafturat NGO- starvsfólk og onnur, ið gera annað almannagagnligt arbeiði uttanlands.

Tryggingar kunnu annars teknast við universitetini uttanlands, hjá lokalu tryggingarfeløgunum ella hjá altjóða tryggingarfeløgum, sum til dømis:

AON - Student Insurance

Students Insured

 

Kelda: Heilsumálaráðið