Skip to main content

Reglurnar um upptøku í útlandinum eru torførar, hvussu skilji eg tær?

Ja, tað er trupult at skilja allar tær ymsu styttingarnar og tað kann vera torført at umseta tær beinleiðis til føroyskt ella danskt. 

Sum eina meginreglu kann ein rokna við, at krøvini eru á leið tey somu sum hjá okkum, tvs. ein miðnámsútbúgving við toluliga góðum miðaltali. Harafturat kunnu vera nøkur heilt ítøkilig krøv, sum kunnu vera sera torfør at fáa greiðu á. Oftast er besti hátturin bara at søkja um upptøku og so vita hvat hendir. Til ber eisini at skriva teldupost og stutt greiða frá tínum royndum, lærugreinum og próvtølunum, so kunnu tey kanska siga hvørjar møguleikar tú hevur.

Tú skal ikki rokna við, at tað er lættari at sleppa inn á universitet í útlandinum enn tað er í Danmark, men tað kunnu sjálvsagt vera einstøk støð ella einstakar útbúgvingar har, sum ein munur kann vera. Nøkur universitet leggja størri dent á próvtølini í ávísum lærugreinum heldur enn miðaltalið. 

Tú skal rokna við. at tú noyðist at taka eina málroynd í enskum (td. IELTS). Í nøkrum førum ber til at fáa undantak, um tú hevur 10 í enskum á B-støði ella 8-9 á A-støði.