Skip to main content

Skal eg hava gott prógv, fyri at lesa í útlandinum?

Tað er altíð gott at hava eitt gott prógv, sum gevur stórt frælsi og góðar valmøguleikar at velja júst tað útbúgvingina, sum tær lystir. Men tað er ikki altíð neyðugt við høgum próvtølum, fyri at sleppa inn.

  • Áhugi fyri máli og góð málslig evnir kunnu vera avgerandi fyri at fáa fylgt við í fyrstuni.
  • Jú betri prógv, jú lættari at koma inn á júst ta útbúgvingina, sum tú ynskir tær.
  • Tað er ymiskt frá útbúgvingarstaði til útbúgvingarstað, hvørji krøv tey seta til upptøku og harvið prógvini. Tað er millum annað ein spurningur um áhuga og tal á umsóknum.
  • Summar útbúgvingar hava serligar altjóða kvotur, sum gera tað lættari hjá útlendingum, enn hjá teirra egnu studentum at verða tiknir upp til lestur.
  • Summi søkja til útlandið, tí tey sleppa ikki inn í Danmark.
  • Tú skalt søkja tað útbúgving, sum tú ynskir tær og tú skal gera tær stóran ómak við umsóknini.
  • Skriva eitt gott og spennandi 'personal statement'.
  • Vís stóran áhuga og eldhuga í allari umsóknartilgongdini, tú kanst til dømis seta teg beinleiðis í samband við útbúgvingarstovnin, við t-posti, telefon ella møguligari vitjan.