Skip to main content

Skal eg taka roynd í fremmanda málinum?

Svarið er bæði ja og nei – tað veldst um, hvørji krøv útbúgvingarstovnurin setur og um málsligu førleikarnar hjá tær.

  • Í Norðurlondum eru ikki serlig krøv til mál.
  • Í ensktmæltum londum er A-stig í enskum nóg mikið summastaðni, møguliga skalt tú søkja um frávik at fáa tað góðkent. Tað er kortini eitt gott hugskot at fylgja skeiðnum í enskum fyri útlendingar – tey eru ókeypis á summum lærustovnum!
  • Set teg í samband við útbúgvingarstaðið í góðari tíð, tey vita hvørji krøv eru til júst tær einstøku lærugreinarnar og útbúgvingarnar.
  • Kanna hendan spurningin í góðari tíð, tað kann vera drúgt at taka málsligu royndina.
  • Eisini ber til at taka Cambridge Proficiency í enskum, sum Fróðskaparsetrið skipar fyri. Til ber eisini at taka hesa royndina sum sjálvlesandi, einasta krav er at tú teknar teg til próvtøkuna, vanliga er próvtøkan í mai/juni og tilmeldingarfreistin er uml. hálvan mars. Meiri fæst at vita á síðuni hjá Fróðskaparsetrinum.
  • Í Stóra Bretlandi er mest vanliga royndin IELTS – International English Language Test Service. Til ber at tekna seg hjá EDU-Danmark og taka royndina her í Føroyum. Les meira á her. Royndirnar eru vanliga í mai og november.
  • Í ikki enskt mæltum londum er sum oftast neyðugt at ganga til undirvísing í málinum, áðrenn mann lýkur málsligu krøvini at sleppa undir lesturin.