Skip to main content

Mannagongd fyri umsókn til útbúgving og stuðul í ÚSUN-skipanini (uttanfyri Norðurlond)

1: Finn útbúgvingina

kanska fleiri - sum tú kundi hugsað tær at søkja inn á. Nýt t.d. hesar heimasíður:

2: Søk inn á útbúgvingina í góðari tíð áðrenn seinastu freist

Kanna umsóknarfreistina. Hon kann vera ógvuliga ymisk frá staði til stað. Summa staðni skal søkjast eitt heilt ár frammanundan, summa staðni nakrar mánaðir, áðrenn lesturin byrjar, og onkra staðni er møguleiki fyri at søkja avlopspláss, beint áðrenn lesturin byrjar!

3: Søk samstundis SU-styrelsen í DK um góðkenning av útbúgvingini, um hon ikki er at finna á Fast Track-listanum hjá SU

Fast Track-listin er at finna her. Tú skal nýta eitt umsóknarblað, sum eitur: Ansøgning om godkendelse af uddannelse i udlandet til SU og udenlandsstipendium. Minst til at leggja skjalprógv frá kommununi fyri, at tú innan fyri tey seinastu 10 árini hevur búð í minst tvey samanhangandi ár í Føroyum/DK, við umsóknini. Um tú ikki hevur danskt CPR.nr., skalt tú eisini leggja avrit av passi við umsóknini og fylla út oyðublaðið PÅ TRO OG LOVE. Viðgerðin kann taka einar 6-9 vikur!

Tú finnur eisini oyðibløðini her á síðuni undir Oyðubløð.

4: Søk um stuðul frá SU til livikostnað

Søk um stuðul frá SU til livikostnað á oyðublaði, ið eitur Videregående uddannelse - Udland. Legg avrit av upptøkubrævinum frá útbúgvingarstovninum og avrit av góðkenningini frá SU-styrelsen við umsóknini. Tað ber ikki til at søkja um SU við afturvirkandi kraft. Seinasta freist at søkja um SU í einum mánaði er seinasti dagurin í mánaðinum. Byrjar útbúgvingin eftir 20. í mánaðinum, fært tú ikki stuðul fyrr enn mánaðin eftir. Seinasta freist at søkja um SU ella broyta SU í einum kalendaraári er 1. desember. SU letur stuðul í 4 ár og Stuðulstovnurin við ÚS í upp til 2 ár aftrat.

Tú finnur eisini oyðibløðini her á síðuni undir Oyðubløð.

5: Søk um stuðul frá ÚSUN/Studni til skúlagjaldið/Tuition Fee

Søk um stuðul frá ÚSUN (Studni) til skúlagjaldið (Tuition Fees) á oyðublaðnum ÚSUN- Umsóknarblað. Legg avrit av upptøkubrævinum frá útbúgvingarstovninum og avrit av góðkenningini frá SU-styrelsen við umsóknini. Hesi bæði seinastu umsóknarbløðini verða viðgjørd innan fyri eina viku. Minst til at søkja um ÚSUN, áðrenn endan á fyrstu lestrarhálvu, t.d. áðrenn 1. desember hjá teimum, sum byrja um heystið. - Eisini um tú ikki hevur fingið SU góðkenningina til útbúgvingina.

Hetta er vanliga ikki galdandi fyri Norðurlond.

Tú finnur eisini oyðibløðini her á síðuni undir Oyðubløð.

6: Søk um ferðastuðul í 2. lestrarhálvu

Minst til á hvørjum ári at søkja um ferðastuðul í 2. lestrarhálvu. Umsóknarblaðið finnur tú her ÚSUN-Umsóknarblað.

7: Góða eydnu við leitingini og umsóknini til útbúgvingina :-)