Skip to main content

5 viðurskifti, sum tú eigur at hugsa um, kanna og aftur hugsa um, áðrenn tú fert undir hægri lestur í útlandinum:

1.Spyr teg sjálva/n: Hví fari eg til útlandið at lesa?
  • Er tað ævintýrið?
  • Er fortreytirnar fyri málinum, fígging í lagi og klárar tú at vera fyri teg sjálva/n??
  • Er hetta nakað sum er brádliga íkomið?
  • Ella er tað neyðugt?
  • Er hetta ein sniðgøta ella ein umvegur til tað sum tú ætlar tær við yrkisleið (karrieru) tíni?
2. Kanna gjølliga:

Hvat verður lisið í lestrinum, hvussu undirvísingin fer fram, hvussu nógv verður lisið av hvørjum og hvussu próvtøkurnar vera skipaðar.

  • Hugsa um allar kombinatiónsmøguleikarnar, sum oftani eru!
  • Um tú ivast, so spyr á útbúgvingarstovninum, áðrenn tú tekur endaligu avgerðina!
  • Samskift við studentar umvegis teldupost, um tú ikki kan fara sjálv/ur at vitja á staðnum!
  • Send altíð umsóknina avstað í góðari tíð!
3. Send umsókn um scholarship, grunnar og legat!
  • Kanna um útbúgvingin hevur serliga stuðulsmøguleikar, summir skulu sendast saman við umsóknini summir aftaná.
  • Send umsókn til danskar og útlendskar grunnar, teir eru at finna í ymsum dátugrunnum, millum annað í bókini Kraks Fonds- og Legatvejviser.
4. Kann útbúgvingin brúkast har, sum tú ætlar tær?
  • Ætlar tú at brúka útbúgvingina í landinum har tú tekur hana ella í Føroyum?
  • Fært tú góðskrivað (meritoverført) alla útbúgvina ella partar av henni, so at tú ikki verður noydd/ur at taka eyka skeið, tá ið tú ert komin uppá pláss?
5.Missir tú nakað, tá ið tekur útbúgvingina í útlandinum?
  • Eru fyrimunirnir størri enn vansarnir?
  • Ein nýggj norsk kanning vísir, at 4 ár eftir at prógvið er tikið, er arbeiðsloysið millum akademikarar, sum hava tikið útbúgving sína í útlandinum størri enn hjá teimum, sum hava norska útbúgving. 2,7% móti 1,3% fyri norskt lærdar akademikarar, men lønin hjá teimum við útlendskari útbúgving er hægri, tá ið teir fáa arbeiði.
  • Fært tú hildið sambandið við tað heimliga netverkið samstundis sum tú byggir tær nýtt í útlandinum?