Skip to main content

Nøkur góð ráð í samband við lestur í útlandinum

  • Byrja altíð fyrireikingarnar í góðari tíð undan einum útbúgvingarskeiði í útheiminum, t.v.s. helst eitt heilt ár, kanska hálvt annað, áðrenn tann útvalda útbúgvingin er ætlað at byrja.

  • TING TAKA TÍÐ. - Bæði fyri teg eins væl og onnur, ið skulu hjálpa tær og góðkenna tína umsókn.

  • Tú skalt hava umhugsað gjølla, um hetta er tað rætta fyri teg.

  • Pappírini - t.e. próvtøkur, viðmæli og onnur tílík skjøl - mugu vera í lagi.

  • Tú skal hugsa um tað fíggjarliga - leggja fíggjarætlan.

  • Tú skal finna út av bústaðarumstøðunum og -viðurskiftunum.

  • Hvussu við tí málsliga?

  • Skal eg á skeið her ella har?

  • Skal eg flyta eina tíð áðrenn útbúgvingartíðarskeiðið byrjar?

  • Tú mást yvirhalda umsóknarfreistirnar og hava allar upplýsingarnar til reiðar í váttaðum avriti.

  • Leita upp hjálp og stuðul á leiðini.

  • Spyr á rætta staði, fyri at fáa vissu fyri, at tú ger tað rætta, tá ið tú ivast.

  • Fá avtalur og tilsagnir uppá skrift.

  • Skriva niður kontaktadressur og -persónar (tlf., teldupost, o.s.fr.), sum tú hevur verið í samband við.