Skip to main content

Um ráðið

Búskaparráðið varð sett á stovn í 1995. Ráðið hevur til uppgávu at fylgja við búskaparligu gongdini í landinum og ráðgeva um búskaparlig viðurskifti.

Búskaparráðið hevur til uppgávu at fylgja við búskaparligum viðurskiftum í landinum og at
koma við óheftari búskaparligari ráðgeving og frágreiðingum um búskaparligu gongdina.
Tað er ásett í lógini fyri Búskaparráðið, at tað skal gera tvær konjunkturfrágreiðingar
árliga, sum verða almannakunngjørdar 1. mars og 1. september. Skrivarauppgávan hjá
Búskaparráðnum er við avtalu løgd til Fróðskaparsetur Føroya at røkja.

Búskaparráðið hevur tríggjar limir, sum landsstýrið setur eftir tilmæli frá setursráðnum á Fróðskaparsetri Føroya. Limirnir eru valdir fyri eitt fýraáraskeið. Ráðið skipar seg sjálvt við einum formanni. Limirnir skulu hava útbúgving sum búskaparfrøðingar.

Tað fyrsta ráðið fór til verka tann 1. januar 1997.

Løgtingslóg um Búskaparráð