Skip to main content

Guest Researchers

Stephen Pax Leonard

Heyst 2013 - vár 2014
Antropologiskur málvísindamaður, gestagranskari á Føroyamálsdeildini

Verkætlan hansara snýr seg um leiklutin hjá útvarpi og skaldskapi í menningini av  tí málsligu ‘vistfrøðini’ í nútíðarføroyskum. Vónin er, at við purismuni sum linsu kann henda verkætlanin vísa, hvussu málsligt tjóðartilvit hevur vunnið hevd og tikið seg fram gjøgnum tey seinastu 50 árini. Við hesari mannagongdini vil verkætlanin rannsaka tey temu og motiv, sum skilmarka føroysk-leika og føroyska málrøkt, soleiðis sum hon kemur til sjóndar í útvarpsrøddum og skaldarøddum.

Stephen hevur áhuga fyri leiklutinum hjá máli, tá ið samleikar verða myndaðir í smáum málsamfeløgum; hann hevur eisini áhuga fyri málum, sum eru í vanda fyri at týnast, fyri skaldskapi í Arktis og aðrastaðni, málmargfeldi  og málsligari endurkveiking.

Útbúgvin er Stephen á universitetunum í Durham, Paris-Sorbonne og Oxford. Hann las nýggj og forn mál, áðrenn hann fekk áhuga fyri antropologiskum málvísindum. Í doktaraverkætlan síni kannaði hann, hvussu málsligir normar og samfelagsligur samleiki myndaðust í eldri íslendskari søgu, og hvussu hesin samleikin endurspeglast í bókmentunum. Hann hevur gjørt málvísindaligt og mentanarfrøðiligt feltarbeiði í Íslandi og Føroyum. Fyri stuttum leyk hann eina verkætlan, sum kannar og skjalfestir hótta munnmentan og spurningar um at ‘hoyra heima’ millum inuggnuit-fólkið í Útnyrðingsgrønlandi, har hann búði í eitt ár.