Skip to main content

Mentanarflutningur millum ættarlið - Føroysk kvæðamentan í nútímans føroyska samfelagnum

Ph.d.-verkætlan: Tóta Árnadóttir

Verkætlanin kannar, hvussu ið kvæða- og dansimentan verður borin unga ættarliðinum í dagsins samfelag; spurt verður í hesum sambandi: hvat verður miðlað? hvør miðlar, hvussu verður tað miðlað og, síðst men ikki minst, hví verður tað miðlað, hvat er tað, sum elvir ávikavist sendarum og móttakarum til?

Føroyar fingu í 2009 atlimaskap í UNESCO, og í  2015 heitti føroyska UNESCO-nevndin á myndugleikarnar um at staðfesta sáttamálan um varðveitslu av óítøkiligum mentanararvi, m.a. við tí í hyggju at varðveita føroyska kvæðamentan. Hetta ber boð um høga virðismeting av kvæðunum og dansinum. Í verkætlanini verður virðismetingin lýst og greinað, og hugsanin um og hugburðurin hjá føroyingum til kvæða- og dansimentanina somuleiðis lýstur og greinaður. Hvønn leiklut hava kvæðini og dansurin í hugaheimi føroyinga í dag, og hvussu fer mentanarflutningurin og –handanin fram í verki?
Verkætlanin byrjaði í januar 2016.