Skip to main content
Heimildarfólkini eru:
Mynd 1. Yvirlit yvir heimildarfólk. K er stytting fyri 'kvinna'; M er stytting fyri 'maður'.
Aldur Vágar Eiði Tórshavn Klaksvík Viðareiði Tvøroyri Aðrar bygdir í Suðuroy
I + II + III
Eldri fólk (III) 2K + 2M 2K + 2M 6K + 6M 2K + 2M 2K + 2M 2K + 2M 2K + 2M = 36
Miðaldrandi fólk (IV) 2K + 2M 2K + 2M 6K + 6M 2K + 2M 2K + 2M 2K + 2M 2K + 2M = 36
Yngri fólk (V) 2K + 2M 2K + 2M 6K + 6M 2K + 2M 2K + 2M 2K + 2M 2K + 2M = 36
Fólk til samans 12 12 36 12 12 12 12 = 108

Dialektverkætlan 2015

 Broytingar av føroyskum málførum gjøgnum trý ættarlið. Hvussu, hvussu skjótt og hví?

Ábyrgd (Fróðskaparsetur Føroya): Jógvan í Lon Jacobsen, prof., dr. philos.; Hjalmar P. Petersen, lektari, dr. phil.
(Universitetið í Bergen):  Helge Sandøy prof.;  Edit Bugge,  førsteamanuensis, ph.d.

Endamálið við verkætlanini

Endamálið við verkætlanini er at kanna og fáa innlit í, hvussu nútíðarmálførini í Føroyum eru, og hvussu tey broyta seg. Viðvíkjandi broyting verður spurt, um aldur, kyn, stað og broytt netverk spælir inn, og/ella um broytingarnar eru innanmálsligar. Hugt verður at serdrøgum við málførunum, men eisini at athalli teirra millum. Tað seinna merkir, at kannað verður, um ávís málføriseyðkenni hvørva, og um so er, hví tey gera tað, t.e., um vit ganga móti einum miðføroyskum máli, har prestisja og autoritetur ella eitthvørt annað møguliga ávirkar.

Um verkætlanina