Skip to main content
Arbeiðssetningur

Ætlanin er at finna út av, í hvønn mun samfelagslig og/ella innanmálslig viðurskifti hava ávirkan á málførini. Spurt verður, um miðstaðarøki sum Tórshavn, Klaksvík og Tvøroyri ávirka málførini kring um seg, soleiðis at fólk laga málbrúk sítt eftir hesum miðstaðarøkjum. Hugt verður eisini at, um vissar broytingar evt. eru innanmálsligar.

Til tess at finna út av teimum málsligu og teimum samfelagsligu brigdlunum verða upptøkur gjørdar við heimildarfólkum frá ymiskum økjum, har eitt er miðøki, hini at rokna sum eitt slag av útjaðara. Spurningurin er so, um útjaðaraøkini laga mál sítt eftir miðstaðarøkinum. Økini eru: Vágar/Eiði : Tórshavn; Viðareiði : Klaksvík og Tvøroyri : aðrar bygdir í Suðuroy.

 

Eisini skulu eldri upptøkur nýtast at samanbera við:

Mynd 2. Eldri upptøkur
Ár Vágar Eiði Tórshavn Klaksvík Viðareiði Tvøroyri Aðrar bygdir í Suðuroy
I + II + III
I (1860-89) 2K+2M 2K+2M 6K+6M 2K+2M 2K+2M 2K+2M 2K+2M
II (1890-1919) 2K+2M 2K+2M 6K+6M 2K+2M 2K+2M 2K+2M 2K+2M
III (1920-49) 2K+2M 2K+2M 6K+6M 2K+2M 2K+2M 2K+2M 2K+2M
Upptøkur til samans 12 12 36 12 12 12 12 =108

 

Og í Tórshavn er ætlanin at kanna, um málførisbakgrundin hjá heimildarfólkunum spælir inn:

Mynd 3. Tórshavn. Bakgrund hjá heimildarfólki H. er stytting fyri ’heimildarfólk’; Trsh. er stytting fyri Tórshavn
Aldur I II III
H. er tilflytari H. hevur tvey tilflytaraforeldur H. hevur foreldur úr Trsh.
Eldri fólk 2K+2M 2K+2M 2K+2M =12
Miðaldrandi fólk 2K+2M 2K+2M 2K+2M =12
Yngri fólk 2K+2M 2K+2M 2K+2M =12
Upptøkur til samans 6 6 6 =18
Fólk til samans 12 12 12 =36

 

Arbeiðsetningurin fyri alla verkætlanina er:

A) at digitalisera og skriva av allar upptøkurnar og fáa til høldar metadata (t.e., hvørja bakgrund heimildarfólkini hava).
B1) at savna inn nýtt tilfar (ung, sum eru um 14-15 ár nú) . 
B2) at avskriva tilfarið.
B3) at leggja ljóð- og avskriftir av øllum tilfarinum inn í eitt digitalt talumálskorpus, sum er lætt at leita í.
C) at savna inn upplýsingar um hugburð til mál og málvariatión; t.e. ótilvitaðar hugburðir, sum verða savnaðir inn við at gera grímukanningar.
D1) at analysera málbroytingar í veruligari tíð. Hugt verður at, hvat broytist og í hvørja ætt broytingarnar ganga; hugt verður at, hvørjar sosialar og samfelagisligar treytir kunnu liggja aftan fyri broytingarnar. Hetta verður so sett inn í eitt alment sosiolingvistisk orðaskifti um dialektbroytingar.
D2) at analysera tilfarið um hugburð.
E) at miðla tað føroyska tilfarið og úrslitini í einum fólksligum formi eins væl og  vísindaliga, t.d. á ráðstevnum, bókum el. greinum.