Skip to main content
Á útgávudegnum í NLH

Føroysk bókmentasøga

Malan Marnersdóttir og Turið Sigurðardóttir

Verkætlanin er mannað og stýrd av Maluni Marnersdóttur og Turið Sigurðardóttur, bókmentafrøðingum á Føroyamálsdeildini. Umframt tær báðar taka aðrir granskarar á og uttan fyri deildina lut í verkætlanini og skriva um ávís vald evni; t.d. hevur Jógvan í Lon Jacobsen, málfrøðingur á Føroyamálsdeildini, skrivað um lærdóms- og upplýsingarmentanina í 17. og 18. øld. 

Ætlanin við hesi bókmentasøguni er, at hon skal byggja á gransking og skoða bókmentamenningina í heild, listfrøðiliga og søguliga.

Um verkætlanina.