Skip to main content

Verkætlanin

Verkætlanin er mannað og stýrd av Maluni Marnersdóttur og Turið Sigurðardóttur, bókmentafrøðingum á Føroyamálsdeildini. Umframt tær báðar taka aðrir granskarar á og uttan fyri deildina lut í verkætlanini og skriva um ávís vald evni; t.d. hevur Jógvan í Lon Jacobsen, málfrøðingur á Føroyamálsdeildini, skrivað um lærdóms- og upplýsingarmentanina í 17. og 18. øld. 

Ætlanin við hesi bókmentasøguni er, at hon skal byggja á gransking og skoða bókmentamenningina í heild, listfrøðiliga og søguliga.

Í løtuni er arbeiðið miðsavnað um tíðarskeiðið frá 17. øld, tá ið týdningarmikil rit um Føroyar komu út, til umleið 1900, tá ið føroyskar nútíðarbókmentir vóru vorðnar veruleiki. 

Miðað verður eftir at byrja útgávuna við hesum tíðarskeiðinum. Harnæst er tjúgunda øld á skránni.

Hvør verður høvuðsmunurin millum ta komandi bókmentasøguna og tær verandi, eitt nú Føroyska bókmentasøgu eftir Chr. Matras frá 1935, Føroyskar bókmentir I-III eftir Árna Dahl 1980-83 og Færøsk litteratur eftir Jógvan Isaksen? Tann nýggja byggir bæði á eldri skriving og nýggja gransking. Hon er grundað á tekstgreining og fer av tí sama at vera størri og fara gjølligari um. 

Verkætlanin strembar eftir at greiða frá søguni hjá føroyskum bókmentum við at seta menningina av tekstsløgum og listfrøðiligum eyðkennum annars inn í bókmentasøguligt og bókmentafrøðiligt høpi. Hugt verður at sambandinum millum ta føroysku, ta norðurlendsku og ta evropeisku menningina. Viðgerðin av teimum ymsu rákunum, tíðarskeiðunum og høvundunum byggir á teir ítøkiligu tekstirnar og hevur fyrilit fyri eldri viðgerðum, støða verður tikin til tær og bygt verður á tær.

Nýggj gransking ger, at áherðslur broytast: høvundar, sum áður ikki hava verið tiknir við ella bara nevndir, verða umrøddir, viðgjørdir og mett verður um týdning teirra í bókmentasøguni. Tað kunnu t.d. vera menn og kvinnur, sum hava skrivað í tekstsløgum ella stíli ella á máli, sum tað ikki hevur verið pláss fyri í teimum fyrstu føroysku bókmentasøgunum, tá ið støði varð lagt undir hugtakið. 

Tá ið talan er um 20. øld, sum verður evnið í fylgjandi bindi ella bindum, so eru bókmentirnar nógv størri í vavi enn hinar undanfarnu øldirnar, nógv fleiri tekst-ir og fleiri tekstsløg eru at viðgera. Seinasta 30-ára skeiðið í føroyskum bókmentum hevur ikki verið viðgjørt áður í heild bókmentasøguliga. Har verður at bróta upp úr nýggjum í úrvali, samanfatan, flokking og viðgerð. 

Úrslitið fer at tala fyri seg. Væntandi verður tann nýggja bókmentasøgan partvíst nýbrot, partvíst sýntesa og framhald av eldri bókmentasøguskriving.

Fyrsta bind av bókmentasøguni varð útgivið í juni 2011.