Skip to main content

FOL Faroese Online - Bjargni

Hjalmar P. Petersen

Faroese Online (FOL) er ein verkætlan, sum snýr seg um at gera undirvísingartilfar í føroyskum til útlendingar. Talan er um skeið, sum er atgongt á netinum. Skipanin byggir beinleiðis á skipanina Icelandic Online (IOL), sum er eitt opið, ókeypis málskeið í íslendskum á netinum í 6 pørtum. Skeiðið er ment av málvísindafólki á Háskóla Íslands, so góðskan er í lagi á hesum rúgvismikla tilfarinum, sum tey lata okkum fáa til grundarlag undir okkara skeiði. Partarnir 1-5 vóru gjørdir til byrjanarundirvísing á universitetsstigi, men hevur roynst væl hjá fólki við øðrum fortreytum eisini. Nýggjasti parturin, “partur null”, eitur so Bjargir. Hesin parturin er gjørdur til nýtilflutt fólk, sum einki íslendskt duga frammanundan. Partarnir 1-5 vórðu lagdir á netið í 2004-2013. Parturin Bjargir, ið nú verður týddur og lagaður til føroyskt, kom á netið í 2010. Arbeitt verður í løtuni við at laga skipanina til hendan partin, so eisini ber til at brúka smartfon og teldil.

Arbeiðið at laga íslendsku skipanina Icelandic Online til føroysk viðurskifti byrjaði so smátt á heysti 2014. Avgjørt var at byrja við partinum fyri byrjarar, sum á íslendskum kallast Bjargir. Hetta skeiðið er serliga ment til tilflytarar, sum búgva og arbeiða í Íslandi/Føroyum. Tí er tað, ið verður lært, orð og orðingar úr gerandisdegnum, sum nýtilflutt kunnu væntast at hava brúk fyri. Tilfarið er býtt sundur í seks kapitlar við á leið 260 venjingum.

Venjingarnar vóru umsettar til føroyskt á vári 2015 og byrjað var upp á arbeiðið við ljóð- og myndaupptøkum í juli 2015. Eftir ætlan er hesin parturin, Bjargni, liðugur í 2017, og vónandi fer tá at bera til at halda fram við pørtunum eitt til fimm.

Faroese Online er ein samstarvsverkætlan millum Fróðskaparsetur Føroya og Háskúla Íslands. Verkætlanin hevur fingið stuðul til fundarvirksemi frá Nordplus Vaksin.

Verkætlanarleiðari í Føroyum er Hjalmar P. Petersen,dr.phil. og lektari á Føroyamálsdeildini. Hini í leiðslubólkinum eru: Sigurð í Jákupsstovu, rektari á Setrinum, John Mikkelsen, forritari og BA í føroyskum, Birna Arnbjörnsdóttir professari, Kolbrún Friðriksdóttir, adjunktur, Patrick Thomas og Úlfar Bragason professari við Háskóla Íslands og Helga Hilmisdóttir lektari á universitetinum í Helsingfors.