Skip to main content

K8: Frábrigdi í fleirmæli í Føroyum

(Varianz in der Mehrsprachigkeit auf den Färöern) Fór fram á universitetinum í Hamborg 2005-2011.

Hjalmar P.Petersen arbeiddi sum vísindaligur medarbeiðari; við ábyrgd av korpusinum, data, innsavning av data, uppbygging av databasuni umframt  ábyrgd av granskingarhjálparum. Databasan er liðug, og inniheldur talumalsdata frá trimum ættarliðum (ung, mið-, og gomul) frá ymiskum málførisøkjum í Føroyum.

Hjalmar sigur um verkætlanina:

Vit arbeiddu við tvímæli í Føroym, og byrjaðu vit í november 2005. Verkætlanin varð liðug í juni 2011. Tað, sum bleiv kannað, var fyrst og fremst spontant, talað mál hjá føroyingum. Heimildarfólkini eru frá trimum ættarliðum (ung, mið- og gomul). Eisini hava vit tikið skriftmál við, t.e., danskar stílar, sum føroyskir næmingar á einum miðnámsskúla hava skrivað.

Ransóknarevni: Vit kannaðu serliga morfo-syntaktisk drøg í føroyskum og í føroyskum-donskum.

Endamál: Vit hugdu at, hvat fyri slag av tvímæli er tað, sum er í Føroyum, og‚ hvussu háttar tað sær í málbrúkinum hjá teimum trimum ættarliðunum. Vit gjørdu m.a. eina kvantitativa, langtíðargreining av øllum tí innsavnaða tilfarinum. Hugt varð at m.a. kodu-skifti, yvirførslu av málmerkjum frá donskum til føroyskt og athalli.

Háttalag: Til tess at náa settum málum, vórðu upptøkur gjørdar. Samrøðurnar eru hálvstruktureraðar samrøður, sum vara umleið ein tíma. Tosað varð um: gerandisdagin, støðuna í Føroyum í dag, altjóða politikk, skúla og arbeiði. Heimildarfólkini tosa føroyskt og seinni eisini føroyskt-danskt. Tær føroysku upptøkurnar gjørdu føroyingar, tær føroyskt-donsku gjørdu danir el. týskarar, sum tosaðu danskt. Nýtt vórðu eisini spurnarbløð frá ScanDiaSyn verkætlanini. Her hava vit tilfar frá 6 økjum í Føroyum og trimum ættarliðum.