Skip to main content

Máltøka hjá føroyskum børnum

Sissal M. Rasmussen

Áhugin fyri fyrstu málmenningini hjá børnum er vaksin nógv tey seinnu árini, og tað kemst serliga av, at tað vísir seg, at granskarar kunnu vísa á samband millum málmenningin, t.d. orðanøgd og málfatan, og hvussu væl børnini seinni duga at lesa. 

Ein partur av verkætlanini er at menna eina føroyska útgávu av teimum sonevndu CDI-foreldrafrágreiðingunum (MacArthur-Bates Communicative Development Inventories). Við støði í hesum frágreiðingum ber til at gera eina skipaða og empiriskt grundaða lýsing av, hvussu føroysk børn menna málið. CDI verður brúkt í fleiri enn 60 londum. Við kanningini ber eisini til at bera saman málmenning hjá føroyskum børnum og børnum í øðrum londum.