Skip to main content
Jógvan í Lon um dagføring av móðurmálsorðabókini:

Orðabókin frá 1998 hevur umleið 65.000 leitorð. Hví brúka orku og pengar upp á eina orðabók? Ein orðabók er eitt brúksamboð, og skal eitt amboð kunna brúkast, má tað vera gott og álítandi, og tú skal kunna fáa svar, tá tú ivast. Tí má hon dagførast. Og tað er tað, eg royni: At gera orðabókini betri. Er ein orðabók av hesum slag góð og álítandi, eigur hon at vera ein spegilsmynd av samfelagnum, vit liva í. Og nær er hon so ein spegilsmynd av samfelagnum? Tað er hon, tá ið hon lýsir málið, soleiðis sum tað er, tá ið orðabókin kemur út. Eg var sjálvur við til at ritstjórna útgávuna frá 1998 og havi tí álit á henni. Men høvuðsatfinningin frá mær sjálvum til 98-útgávuna hevur alla tíðina verið, at orðabókin ikki tekur samtíðarmálið í nóg stórum álvara. Tað liggur líkasum í okkum, at vit eru ikki altíð heilt álvulig við samtíðarmálið, tí vit halda ofta, at tað er ikki nóg gott. Men her haldi eg, at orðabókaritstjórin eigur at hava eina meira professionella tilgongd til henda spurningin og gera hann minni heftan at hansara subjektivu hugsan um gott mál. Og tað royni eg at gera í mínum arbeiði.

Umstøðurnar at gera eina orðabók í dag samanborið við fyri 12 árum síðani eru sum dagur og nátt. Mítt besta amboð sum orðabókarmaður í dag er alnetið. Fyri 12 árum síðani var tað orðaseðlasavnið á Føroyamálsdeildini. Grundarlagið undir tí nýggju útgávuni av orðabókini er eitt elektroniskt tekstasavn við umleið 40 milliónum føroyskum orðum. Hetta tekstasavnið er sett saman av tekstum, sum eru atgongiligir í talgildum sniði, og tað, sum eyðkennir hesar tekstir, er at teir eru lutfalsliga nýggir og umboða tessvegna væl nýmótans føroyskt. Úr hesum stóra orðapottinum hevur teldufrøðingurin, gjørt eitt savn við orðum, sum ikki eru við í orðabókini frá -98. Í hesum savni eru umleið 130.000 orðaformar, sum altso ikki eru við í tí núverandi orðabókini. Hetta eru veldiga stór tøl, men tey ræða meg ikki, tí hóast tølini eru stór, so er tað so nógv lættari at arbeiða, tá ið eg havi alt orðatilfarið á telduni. Eg biði telduna finna mær tað orðið, eg havi brúk fyri, burtur úr rúgvuni, og upp á null komma niks hevur hon eitt yvirlit við kanska 100 dømum um hetta orðið og vísir mær tey í samteksti saman við øðrum orðum í setninginum. Fantastiskt. Og tað dømið, sum eg havi brúk fyri, kann eg so kopiera úr tekstasavninum yvir í orðabókarforritið, og so havi eg eitt autentiskt dømi. Útgávan frá -98 er frálík í nógvar mátar, men har vantar í ólukkumát tað nýggja orðatilfarið í føroyskum. Tann nýggja útgávan, sum nú er í gerð, fer at hjálpa munandi upp á tann vansan.

Eg fái ofta tann spurningin: Hvussu nógv orð eru í føroyskum? Eg veit tað ikki, og eg veit heldur ikki, hvussu eg kann fáa tað at vita ella hvussu eg skal rokna tað út. 98-útgávan hevur umleið 65.000 orð, og leitorðatalið í næstu útgávu verður ið hvussu er størri enn tað. Umleið 1700 nýggj orð eru komin afturat samanborið við 98-útgávuna. Men tá havi eg gjørt eitt úrval, so tað liggja kanska 80.000 orð eftir, sum ikki koma við í orðabókina. Hvørji orð koma við, og hvørji koma ikki við? Eitt høvuðskrav til, um eitt orð kemur við sum leitorð er orðatídd (frekvensur): Eru nógv dømi um eitt orð í tekstasavninum, bendir tað á, at tað er eitt vanligt orð í føroyskum, og so eigur tað at koma við. Men tað kunnu eisini vera orð, sum verða nógv brúkt, men sum kortini ikki koma við. Eg kann taka eitt dømi. Eg havi tikið orðið vevstjóri við, tí í fyrsta tí at tað er eitt vanligt orð í tekstasavninum, í øðrum lagi er tað er eitt orð, ið vísir til eitt nútíðarligt fyribrigdi við eini serligari merking og í triðja lagi er hetta orðið ikki gjøgnumskygd merkingarliga fyri ein, ið ikki kennir hetta økið. Hetta orð kemur 227 ferðir fyri í tekstasavninum og liggur nummar 50 á listanum. Hinvegin havi eg ikki tikið orðið aliburturkast við, hóast tað kemur 221 ferðir fyri í tekstasavninum og liggur nummar 55 á listanum. Grundin til tað er, at aliburturkast er ein sokallað banal samanseting, og tað merkir, at kennir tú orðliðirnar í samansetingini hvønn sær, so veitst tú, hvat tað samansetta orðið merkir. Tað sama er ikki galdandi fyri vevstjóran, tí  her hevur vevur eina nýggja merking, nakað tað sama sum alnetið. Men tað merkir ikki, at aliburturkast ikki er eitt gott føroyskt orð, tí tað er tað. Tað merkir bara tað, at eg sum ritstjóri havi mett, at tað ikki er neyðugt at taka aliburturkast við, tí tað lýsir seg sjálvt. Og tað eru í túsundavís av slíkum orðum, sum ongantíð finna veg inn í orðabøkurnar, tí tey lýsa seg sjálv. Og vit gera onnur líknandi orð hvønn einasta dag.

Orðabókaarbeiði er helst ikki vísindaligt arbeiði, kanska er tað meira eitt handverk – tað er ið hvussu er sera subjektivt. Tá eg nú havi sagt tað, so kann eg loyva mær at spyrja: Hví eru vit so eym um fremmand orð í okkara máli? Tað er tí at tann føroyski diskursin sigur, at soleiðis tosa vit um mál í Føroyum. Hvussu nógv fremmand orð hava vit ikki longu nú í føroyskum? Fremmandorð koppa ongum máli, tað hevur søgan so mangan víst okkum. Heimsmálið fram um øll onnur, enskt, hevur sogið upp í seg orð úr øllum heimsins málum. Hugsið um øll orðini, sum vit hava í føroyskum innan fyri tónleik t.d. Hvussu nógv av teimum eru upprunaliga føroysk, kanska 1 av hvørjum 200. Men tað hugsa vit ikki um. Tey eru har, tí vit hava brúk fyri teimum. Vit mugu kunna tosa um tónleik, og skulu vit tað, mugu vit brúka hesi fremmandu orðini, t.d. symfoni, rytma, orkestur, dirigentur, satsur, gittari, klaver, fagott, altur, tenorur, sopranur o.s.fr.
Hvat skuldi handverkarin gjørt uttan síni fakorð? Hann kundi ikki gjørt eitt stakitt ella gelendara ella smíðað gerikt. Hann kundi heldur ikki sett ein køk upp ella stoypt eina trappu. Vit kundu ikki farið á vesið ella hitað okkum við ein radiator ella sett okkum í eina sofu ella keypt eina kommodu. Hetta eru alt fremmand orð, sum eina ferð í tíðini eru komin inn í føroyskt, men tað er bara so langt síðani, at vit minnast ikki aftur til ta tíðina, tá tey komu inn. Men orðini mugu roknast sum føroysk í dag.
Eitt dømi um, hvussu stórt orðalánið hevur verið upp gjøgnum tíðirnar er hetta: “Skredderen mente, at jakka passet fortreffelig, men kunden klaget over, at plagget var kort og tøjet simpelt og grovt”. Hvørji av hesum orðum eru upprunalig norrøn? Av teimum 19 orðunum her, eru trý av norrønari rót, nevniliga at, var og og. Øll hini orðini eru komin inn úr øðrum málum, serstakliga úr lágtýskum í miðøld.

Her eitt úrval av teimum orðum, sum nú eru komin við í orðabókina: abstraktur, aðalráð, alilaksur, avriksflutningur, bandbreidd, bilstólur, bloggur, breiðband, brúksskylda, demokrati,  dna, eldraøki, etikkur, fanatisma, flytførur, fundamentalistur, gjeikari, heilsurøktari, impressionisma, oddabrak,  rammulóg, samfelagsskúta, talibanur, trygdarskeið, umhvørvisvinarligur, vakstrarøki, yvirgangsatsókn.
 
(Hesin stubbin byggir á eina framløga á granskingardegnum hjá Granskingarráðnum í 2010.)