Skip to main content

Upptøka 2016

Umsóknarfreist

  • Umsóknarfreistin at søkja inn eftir kvotu 2 er 15. apríl 2016 á miðnátt.
  • Umsóknarfreistin at søkja inn eftir kvotu 1 er 1. juli 2016 á miðnátt.


Boð um upptøku verða (fyri bæði kvotu 1 og 2) send í seinasta lagi mikudagin 20. juli 2016. Váttan fyri, at umsøkjari tekur við lestrarplássinum, skal vera móttikin í seinasta lagi fríggjadagin 5. august 2016.

Eftir ætlan byrja lesandi á Føroyamálsdeildini mánaðarskiftið august/september 2016

Umsóknarblað

Her verður møguligt at taka niður umsóknarblað til upptøku 2016. Eisini verður løgd út ein leiðbeining til umsóknarblaðið. Les leiðbeiningina væl, áðrenn tú fyllir umsóknarblaðið út. Sum nakað nýtt ber til at søkja um upptøku elektroniskt (sí leinki niðanfyri).

Elektroniskt umsóknarblað


Kvota 2:


Kvota 1:



Umsóknir kunnu eisini sendast við telduposti til lestur(at)setur.fo

Sí annars nærri kunning á umsóknarblaðnum.

Søkjast kann inn at lesa:

Hjánám ella Bachelor (BA) í føroyskum, sí meira her:

Upptøkutreytin

Upptøkutreytin fyri upptøku at lesa føroyskt á Føroyamálsdeildini er, at umsøkjari hevur bókligt (t.e. gymnasialt) miðnámsprógv. Harumframt eru fylgjandi krøv til at lesa BA og hjánám í føroyskum:

  • próvtalið 7 í føroyskum eftir 7-talsstiganum ella 8 í føroyskum eftir 13-talsstiganum.


Aðrar 
javngóðar fortreytir kunnu góðtakast eftir nærri meting í hvørjum einstøkum føri.