Skip to main content

Kærur

Reglur um kærur er ásett í løgtingslóg nr. 58 frá 9.juni 2008 um Fróðskaparsetur Føroya, sum broytt við løgtingslóg nr. 51 frá 8. mai 2012

 

Kapittul 6a

Kæra um próvtøku

§ 20 b. 1)Kæra um avgerð í sambandi við próvtøku skal latast Fróðskaparsetrinum skrivliga við grundgevingum.
Stk. 2. Kærufreistin er 2 vikur frá tí, at lesandi hevur fingið avgerðina at vita. Í undantaksføri kann rektarin víkja frá tíðarfreistini. 
Stk. 3. Kærast kann ikki um metingina í kliniskum útbúgvingarparti. 

§ 20 c. 1)Verður kært um: 

1) próvtøkugrundarlagið, tað er próvtøkuspurningar, uppgávur ella tílíkt í mun til pensum,
2) próvtøkugongdina ella 
3) próvdømingina, 
leggur dekanurin kæruna fyri undirvísaran og próvdómaran til viðmerkingar og tilmæli. 

Stk. 2. Dekanurin tekur avgerð í kærumálum sbrt. stk. 1, og niðurstøðan kann vera: 

1) at umdøming verður framd, 
2) at viðkomandi fær bjóðað endurpróvtøku, ella 
3) at kæran verður víst aftur. 
Við umdøming og við endurpróvtøku skulu nýggir próvdómarar verða settir at døma avrikið.

Stk. 3. Verður niðurstøðan umdøming ella endurpróvtøka, endar málið her. 

§ 20 d. 1)Vísir dekanurin kæruni aftur, kann kærast skrivliga til rektaran, sum setir eina kærunevnd í hvørjum einstøkum føri at taka avgerð í málinum. Kærufreistin er 2 vikur frá tí, at dekanurin hevur tikið avgerðina. 

Stk. 2. Kærunevndin verður mannað við tveimum góðkendum uttanhýsis próvdómarum. Ber hetta ikki til, verður nevndin mannað við uttanhýsis próvdómarum, tilnevndum til høvið. Rektarin tilnevnir formannin. 

§ 20 e. 1) Kærunevndin kann: 

1) góðkenna próvtalið, hækka ella lækka próvtalið ella broyta ikki staðið til staðið ella øvugt,
2) avgera, at umdøming verður við nýggjum próvdómarum, 
3) bjóða endurpróvtøku við nýggjum próvdómarum, ella 
4) vísa kæruni aftur. 

Stk. 2. Avgerð verður tikin við atkvøðugreiðslu. Stendur á jøvnum, er atkvøða formansins avgerandi. 
Stk. 3. Lesandi kann halda fram við útbúgvingini, meðan kæran verður viðgjørd. 
Stk. 4. Avgerð kærunevndarinnar er endalig.

 

Endanotur 

1) Broytt við løgtingslóg nr. 51 frá 8. mai 2012.