Skip to main content

Kunning um góðskrivingar

Umsókn um góðskriving

Góðskrivingar verða viðgjørdar tvær ferðir árliga, í heysthálvuni og í várhálvuni.
Námsfrøðinga- og læraralesandi søkja innan 20. august og 1. mars.
Onnur á HugSamNám innan 1. oktober og 1. mars.

Tak niður umsóknarblað her

Setrið kann eftir umsókn og fakligari meting játta at góðskriva skeið og partar av útbúgvingum, sum eru lokin, ella sum ætlanin er at lúka á øðrum universitetum.

Hvat kann verða góðskrivað


1)    Longu loknir námspartar av aðrari føroyskari útbúgving á sama stigi kunnu koma í staðin fyri partar av tí setursnámi, sum tann lesandi hevur søkt um upptøku til ella er innskrivaður til.
2)    Longu loknir námspartar av útlendskum námi á sama stigi kunnu koma í staðin fyri partar av tí setursnámi, sum tann lesandi hevur søkt um upptøku til ella er innskrivaður til.
3)    Góðkenning frammanundan, forhondsgóðkenning, í sambandi við lestrarvist: Ætlaðir námspartar frá aðrari útlend¬skari útbúgving á sama stigi kunnu koma í staðin fyri partar av tí setursnámi, sum tann lesandi hevur søkt um upptøku til ella er innskrivaður til. Eitt nú norðurlendsk summarskeið og Nordliks/Nordplus-vistir.

Hvussu nógv kann verða góðskrivað
Í bachelornámum í  føroyskum, søgu og samfelagsfrøði kunnu í mesta lagi 40 ECTS verða góðskrivað. Í námsfrøðinga- og læraraútbúgvingini tó 45 (ein linja).

Í masternámi kunnu í mesta lagi 60 ECTS verða góðskrivað, tá bachelornámið er lokið á Føroyamálsdeildini. Annars kunnu masterlesandi fáa 30 ECTS góðskrivað.

Í hjánámi kunnu í mesta lagi 30 ECTS verða góðskrivað, tó í mesta lagi 15 ECTS á BA-stigi. Um einki verður góðskrivað á BA-stigi, kunnu 30 ECTS verða góðskrivað á masterstigi.

Umsókn
Søkt verður um góðskriving við umsóknarblaðnum Umsókn um góðskriving, ið verður latin inn á avvarðandi deild.

Umsóknarfreistir
Søkt kann verða um góðskriving tvær ferðir árliga
Lærara- og námsfrøðingalesandi skulu søkja innan 20. august og 1. mars.
Øll onnur lesandi á HugSamNám skulu søkja innan 1. oktober og 1. mars.

 

Endurskoðað í mai 2015 eftir samtykt í lestrarráðnum á FMD 08.04.2015.