Skip to main content

Bókasavn

Á Føroyamálsdeildini er bókasavn, sum lesandi og starvsfólk kunnu brúka.

Bókasavnið á Føroyamálsdeildini er eitt stovnsbókasavn uttan alment útlán. 

Á bókasavninum er lesistova og tíðarritasavn. Í 1994 var samstarvsavtala gjørd millum Føroya Fróðskaparsetur og Føroya Landsbókasavn. Samstarvið inniber at bókavørðurin á Føroyamálsdeildini er fakliga knýttur at Landsbókasavninum.

Bókavørðurin hevur fakligu røktina av bókasavninum um hendi. Hetta fevnir millum annað um vegleiðing, skráseting og bókakeyp.  

Bókavørður er Herluf Hansen, sum er at hitta mikudag og hósdag kl. 09-14.

Yvirlit yvir tíðarrit á lesistovuni.