Skip to main content

Orðasavnið

Í orðasavninum eru uppskriftir úr talaðum og skrivaðum máli frá gamlari tíð og nýggjari. Savnið verður so við og við økt við orðtøku úr bókum, bløðum og úr talaðum máli. Tann gamla tíðin er betur heimilað við orðum enn tann nýggja tíðin.

Orðasavnið er grundarlagið undir orðabókunum við føroyskum máli. Haraftrat er Orðasavnið ein týðandi kelda til vísindaligt arbeiði við føroyskum máli. Í savninum eru eftir útrokning frá apríl 2002 gott og væl 578.000 seðlar skipaðir í 98 orðaseðla­kassar í eldvardari goymslu á Føroyamálsdeildini.

Orðasavnið er partvíst teldutøkt, t. e. tað, sum hevur verið brúkt til føroysku orðabókina og er í orðabókaforritinum RIST.

Verkætlanargongd

Allir orðaseðlar eru talgildir. Nú verður arbeitt við at fáa allar orðaseðlar skrásettar..