Skip to main content

Bachelorútbúgving - BA í føroyskum máli og bókmentum

Bachelorútbúgvingin tekur 3 ár. Hon gevur rætt til heitið baccalaureus artium, stytt BA. Byrjað verður við støðisnámi, sum er 1 1/2 árs nám, ið skal geva studentunum grundkunnleika í føroyskum máli og bókmentum umframt vísindaástøði og samskifti. Staðið støðisnám er treyt fyri at fara undir valfría partin av lestrinum, sum eisini er 1 1/2 ár. Tá velja studentarnir millum lestrarevni, sum geva hinum einstaka møguleika at laga námið eftir áhugamálum og framtíðarætlanum sínum.

Studentur, ið hevur staðið BA-prógv í føroyskum, kann søkja um upptøku á MA-nám.

Útbúgvingin gevur starvsmøguleikar, har hollur kunnleiki til móðurmálið er neyðugur, t.d. innan fjølmiðlar, fyrisiting og granskingarstovnar.

Námsskipan

Ein námsskipan er tann skipan, ið er galdandi fyri tín lestur. Bert ein námsskipan er galdandi, alt eftir nær tú byrjar lesnað. Tey, ið ætla at søkja inn í vár, kunnu kunna seg við lesturin í námsskipanini frá 2013.

  • Lestrarevni til BA - skeiðslýsingar

Broytingar í upptøkukrøvum

MA: Galdandi frá 2013: "Treyt fyri upptøku er BA-prógv við góðum úrsliti."