Skip to main content

Føroyskt fyri útlendingar

Fróðskaparsetur Føroya bjóðar út skeið í føroyskum fyri útlendingar.

Talan er um tvey skeið á BA-stigi:

  • Faroese for foreigners I, har fortreytin er, at tey lesandi skulu hava miðnámsskúlaprógv ella tað, sum svara til eitt slíkt.
  • Faroese for foreigners II, har fortreytin er, at tey lesandi skulu hava tikið fyrra skeiðið “Faroese for foreigners I” ella hevur eitt summarskeið í føroyskum.


Endamálið er at geva teimum lesandi innlit í føroyska mállæru og málnýtslu. Serliga verður dentur lagdur á málførleikarnar at tosa, at fata, at lesa og partvís eisini at skriva.  Dentur verður lagdur á formsíðu málsins, eins væl og at tey lesandi læra at nýta hesa í praksis.

Skeiðini eru eina lestrarhálvu. Hjalmar P. Petersen hevur ábyrgd av skeiðunum, sum verður hildin á Føroyamálsdeildini, V. U. Hammershaimbs gøtu 16, FO-100 Tórshavn.

Undirvísingin er í høvuðsheitum fjarundirvísing, men  tey lesandi hittast eisini nakrar ferðir. Hetta er í byrjanini, tá skeiðið er hálvrunnið og móti endanum av skeiðnum. Hvørja viku skulu tey lesandi lata inn uppgávur.

Neyðugt er tí, at tey lesandi

  1. hava og duga at brúka teldu
  2. hava netsamband
  3. seta seg inn í at nýta samskiftisskipanina Moodle


Ein stuttur inngangur til Moodle verður í byrjanini av skeiðnum.

Skeiðslýsingar

Skeiðini telja 10 ECTS hvørt.


Bøkur til skeiðini eru:
Faroese. A Language Course for Beginners.

Tilmelding

Tilmeldingarfreistin er sett til 16. januar 2015. Umsøkjarar fáa svar 19. januar, um tey eru tikin upp.

Fólk kunnu tekna seg til skeiðini, sjálvt um tey ikki búgva í Føroyum.

Kostnaður fyri hvørt skeið er 2500,- DKK. Luttakarar skulu hava goldið skeiðið áðrenn byrjan, t.e. 28. januar 2015.

Próvtøka

Próvtøkan er skrivlig í fýra tímar við hjálparamboðum og við innanhýsis próvdøming, har próvtalastigin er staðið/ikki staðið.