Skip to main content

Hjánám

Til ber at taka hjánám í føroyskum. Lokið hjánám kann vera partur av miðnámslæraraprógvi.

Hjánámið er sett saman av 60 ECTS úr fyrra parti av BA-náminum og 30 ECTS av lestrarevnum á MA-stigi. Samansetingin av teimum 60 ECTS er treytað av, hvørt tín høvuðsgrein er hugvísindalig ella ikki.

 

Hugvísindalig høvuðsgrein:

 

Ikki hugvísindalig høvuðsgrein

 

Til ber eftir avtalu at fáa øðrvísi samanseting av hjánámi, um námið er partur av útbúgving á øðrum universiteti, sum krevur hetta.

Føroyamálsdeildin velur, hvørjum norðurlandamálum undirvíst verður í frá ferð til ferð.

Upptøkukrav

Til at verða upptikin á BA og hjánám í føroyskum krevst bókligt (t.e. gymnasialt) miðnámsprógv við góðum próvtali í føroyskum. Harumframt krevst B í enskum.

Umsøkjarar, ið søkja á øðrum grundarlagi, mugu prógva, at teir lúka samsvarandi krøv. Tað er ein fyrimunur at hava eitt annað fremmandamál annaðhvørt sum byrjanarmál á A-stigi ella sum framhaldsmál á B-stigi, umframt søgu á B-stigi.

Soleiðis søkir tú

Søkt verður á umsóknarblaðnum til kvotu 1, har tú í raðfestingarlistanum skrivar "føroyskt - hjánám".