Skip to main content

MA-nám

MA-nám tekur 2 ár (120 ECTS). Staðið MA-prógv gevur rætt til heitið magister artium, stytt MA. Lokið MA-prógv við góðum úrsliti gevur møguleika fyri at fara undir ph.d.-nám. MA-nám á Føroyamálsdeildini eru tvinnanda: Samansett MA og MA í føroyskum.

Samansett MA

Samansett MA er miðnámslæraraútbúgving, samansett av høvuðsgrein og hjánámi umframt námsfrøði:

Høvuðsgrein

  •    BA-prógv, 3 ársverk (180 ECTS)
  •    Høvuðsritgerð, ½ ársverk (30 ECTS)
  •    Hjánám, 1½ ársverk (90 ECTS) í øðrum faki. (Hjánám í føroyskum = 60 ECTS á BA-støði og 30 ECTS á MA-støði) 
  •    Námsfrøði: Námsfrøðiligt skeið, sum setanarmyndugleikin (Mentamálaráðið ella skúlin, ið starvssetur, skipar fyri)


Í samansettum MA kann føroyskt antin vera høvuðsgrein ella hjánám. Útbúgvingin gevur førleika til at undirvísa í 2 lærugreinum í miðnámsskúlunum.

Tað ber eisini til at taka MA í føroyskum bókmentum og MA í føroyskum máli á Føroyamálsdeildini sum stakgreinalesandi, sí námsskipanina síða 34.. Tá eru serligar upptøkutreytir galdandi, sí námsskipanina síða 36.

Masterútbúgving - MA í føroyskum máli og bókmentum