Skip to main content

Kunning um stakgreinalestur

Stakgreinalesandi eru lesandi, sum fylgja undirvísing og fara til próvs í einstøkum lærugreinum/skeiðum uttan at vera innskrivað til fullan lestur.

Stakgreinalesandi søkja um upptøku til hvørt skeið sær og skulu lúka somu krøv til upptøku sum onnur lesandi. Tað merkir, at um tey søkja inn á seinna part av BA, mugu tey hava staðið fyrra part av BA í føroyskum. Til MA-lestur krevst BA-prógv í føroyskum. Eisini ber til at søkja um upptøku á BA og MA eftir undantaksreglum, sum eru nevndar í námsskipanini síðu 11: Undantøk í upptøkutreytum til BA-evni og síðu 41: Undantøk í upptøkutreytum til MA-evni.

Stakgreinalesandi kann vera tikin upp, um pláss er á skeiðinum.

Gjaldið fyri stakgreinalestur er 200 kr./ECTS, sum verður goldið, áðrenn skeiðið byrjar.
Skeiðsgjaldið er fyri undirvísing, vegleiðing, próvtøku og umsiting.

Søkt verður um upptøku til stakgreinalestur við umsóknarblaðnum niðanfyri.

Fulltíðarlesandi á Setrinum kunnu taka stakskeið á øðrum útbúgvingum uttan at gjalda.

Aðrar treytir

Lesandi, sum eru innskrivað til fult nám áðrenn juni 2013, men sum hava lisið eina lærugrein ella nakrar fáar í senn, kunnu halda fram í tvey ár undir verandi treytum, t.e. til august 2015. Hesi verða skrásett sum stakgreinalesandi (umsóknarblað skal útfyllast), tó uttan at gjalda hetta tíðarskeiðið.

Lesandi við serligum tørvi kunnu fáa undantøku frá hesum reglum.

Stakskeið heystið 2016 BA (sí Skeiðslýsingar heystið 2016 undir BA seinni partur)

Stakskeið heystið 2016 MA (sí Skeiðslýsingar heystið 2016)